Coronavirusið hevur ávirkan á nógv viðurskifti í stórum pørtum av heiminum, og tað hevur nú eisini rakt fótbóltin í Føroyum.
Fyrr í dag gjørdist greitt at venjingardysturin hjá A-landsliðnum hjá monnum móti Danmark í Herning 27. mars verður leiktur, so verður tað uttan áskoðarar. Og nú í kvøld hevur Fótbóltssamband Føroya kunngjørt hetta:
- Eftir nýggjasta tilmælið frá heilsumyndugleikunum í sambandi við fyribyrging av smittu av coronavirus, hevur starvsnevndin í FSF gjørt av, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum fyrstu tvey umførini verða leiktir uttan áskoðarar.
Les eisini: Betrideildin byrjar uttan áskoðarar
Tað hevur verið storur spenningur í vetur millum fótbóltsáhugaði, og serliga í hesari vikuni. Byrjanin verður tó merkt av coronavirusinum, ið av álvara hevur rakt Evropa seinastu tíðuna og nú eisini Føroyar: Tveir føroyingar eru í vikuni testaðir positivir fyri covid-19.
Tað er júst smittuvandin, ið hædd verður tikið til, tí tað eru serligar bólkar, ið virusi kann verða lívshættisligt fyri. FSF skrivar, at avgerðin er tikin, eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr í kvøld komu við áheitan um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar kunnu væntast at savnast, annaðhvørt eiga verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar.
Christian Andreasen, forseti í FSF, sigur soleiðis um tilgongdina:
- Síðani tilmælið kom fyrr í kvøld hava vit verið í sambandi við heilsumyndugleikarnar og ÍSF. Vit hava fingið frágreiðing um grundarlagið fyri tilmælinum. Fótbóltssambandið tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum. Tí hava vit gjørt av, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða leiktir uttan áskoðarar. Tað sama verður galdandi til vinardystin hjá kvinnulandsliðnum móti Estlandi á Tórsvølli mánadagin, sigur
Les eisini: - Vit fygja tilmælunum frá myndugleikunum
ÍSF: Corona-tilmælini skulu takast í størsta álvara
Umframt áskoðaraforboðið verða eisini onnur tiltøk sett í verk til dystirnar í landskappingini, sum avleiðing av Coronavirussinum.
FSF boðar frá, at millum annað verður siðbundna lógvatakið áðrenn dystarbyrjan, har leikarar og dómarar taka í hondina á hvørjum øðrum, ikki nýtt fyribils. Hetta verður galdandi í nenvdu dystum og í fyrsta umfari í 1. deild hjá monnum, sum verður seinnapartin í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald