Fótbóltur

Dysturin í Herning verður leiktur uttan áskoðarar

Orsaka av tilmælinum frá donsku myndugleikunum viðvíkjandi coronavirusinum sleppa áskoðarar ikki á leikvøllin í Herning 27. mars, tá Danmark tekur ímóti Føroyum í venjingardysti. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at dysturin verður avlýstur.

Fleiri hundrað føroyskir áskoðarar hava keypt atgongumerki til Danmark - Føroyar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fleiri hundrað føroyskir áskoðarar hava keypt atgongumerki til Danmark - Føroyar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-06 12:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin var tíðindafundur í Statsministerinum, har Mette Frederiksen og onnur greiddu frá nýggju tilmælunum í Danmark viðvíkjandi coronavirusinum. Aðalmálið er, at steðga spjaðingini av virusinum so nógv sum gjørligt, og tískil mæla myndugleikarnir til, at øll tiltøk har fleiri enn 1000 fólk savnast verða útsett, avlýst ella umskipað.

Hetta gongur millum annað útyvir fótbóltin. FCK kunngjørdi beinanvegin, at fýra teir næstu dystirnir hjá felagnum verða leiktir uttan áskoðarar. Hetta er eisini gjørt í italiensku Serie A og í Sveis.

Føroyar og Danmark spæla venjingardyst á MCH Arena 27. mars. Hetta er ein dystur, ið nógv hava sæð fram til í Føroyum, og nógvir føroyingar hava keypt atgongumerki, men nú er greitt, at hann ikki kann leikast við áskoðarum. Hetta er orsaka av nýggjastu tilmælunum.  

Tað er eisini ein møguleiki fyri, at dysturin verður avlýstur. DBU skrivar á heimasíðu sínari, at fótbóltssambondini skulu tosa um dysturin skal spælast ella ikki. Avgerð um hetta verður tikin komandi vikurnar og í samráð við danskar heilsumyndugleikar, skrivar danska fótbóltssambandið.  

6.000 fólk hava keypt atgongumerki til dystin. Tey ið hava keypt atgongumerki faá peningin aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder