Fótbóltur

- Vit fygja tilmælunum frá myndugleikunum

Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í FSF, sigur við Portalin, at sum nú er fær coronavirusið onga ávirkan á føroyskan fótbólt, útyvir tað at landsdysturin í Danmark verður spældur uttan áskoðarar. Í fótbóltsheiminum verður eyga tó allatíðina hildið við støðuni.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-03-06 13:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Coronoavirusið ávirkar nógvar partar av samfelagnum – eisini ítróttin. Í Italia og Sveis verða dystir komandi tíðina spældir uttan áskoðarar, í fleiri feløgum verða autografar ikki skrivaðir, og í Premier League sleppa leikarar og dómarar ikki at taka í hondina á hvørjum øðrum undan dystarbyrjan.

Kristin Dam Ziska sigur við Portalin, at kappingarnar, ið fara at byrja nú, verða avgreiddar eftir ætlan: 

- Sum nú er hevur tað onga ávirkan sum so á fótbólt her heima. Men vit fylgja sjálvandi væl við og kunna áskoðarar og fjølmiðlar, so skjótt sum gjørligt, um nøkur broyting verður. Vit eru ikki serfrøðingar innan heilsuviðurskifti  - vit fylgja teimum tilmælum sum koma frá heilsumynduleikunum, taka tey til eftirtektar og innføra tey.

Fyrrapartin kom nýtt tilmæli frá donskum myndugleikunum um, at øll tiltøk ið savna meira enn 1000 fólk helst skulu útsetast ella avlýsast. Hetta gjørdi fyrst tað, at FCK kunngjørdi, at felagið spælir sínar næstu tríggjar heimadystir uttan áskoðarar. Síðani kunngjørdi DBU, at landsdysturin í Herning 27. mars móti Føroyum verður uttan áskoðarar, um hann verður leiktur.

- Hetta, ella nakað líknandi tilmæli, er ikki komið í gildið í Føroyum enn, og í mun til tað konkreta talið, so er støðan eitt sindur øðrvísi í Føroyum, og tað er ikki heilt tað sama at fara til fótbóltsdyst í Føroyum sum aðrastaðni. Størsti munurin er talið av áskoðarum, ið er væl minni her. Tað kemur ikki so ofta fyri kring landið, at tað eru 1000 áskoðarar ella meira til dyst. Undantak er sum FM-finalan í fjør og til nakrar dystir í Klaksvík.

Les eisini: Dysturin í Herning verður leiktur uttan áskoðarar 

Sambært Kristini kom fráboðan hjá DBU stutt eftir nýggju tilmælini frá mynugleikunum í Danmark. Føroysku áskoðarnar ið hava keypt atgongumerki fáa nú boð. Í løtuni er eingin broyting viðvíkjandi dystinum í Andorra 30. mars. Kvinnulandsliðið tekur mánadagin ímóti Estlandi, talan er um venjingardystin, og U21-landsliðið hevur tveir heimadystir síðst í mánaðinum.

Coronavirusið fyllur nógv í fótbóltsheiminum. Kristin og onnur umboð frá FSF vóru til UEFA aðalfund í Amsterdam mánadagin, hann var beint áðrenn lutakastið til Nations League.

- UEFA fylgir væl við støðuni viðvíkjandi coronavirusinum. Nógv varð tosað um tað á aðalfundinum, og tað fyllur nógv í nógvum londum, har loysnir skulu finnast fyri at steðga spreiðingini. Tað merkir millum annað fótbóltin í Sveis og Italia nógv, har tað í løtuni verður spælt uttan áskoðararnar. Tað skal tó staðfestast, at fótbólturin avgerð einki. Tað er sum sagt heilsumynduleikarnir, ið koma við tilmælum til okkum at fylgja.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder