Leikarar og dómarar í Premier League sleppa nú ikki at taka í hondina á hvørjum øðrum áðrenn dystarbyrjan. Avgerð er tikið um hetta fyri at steðga einari møguligari spreiðing av coronavirusinum.
Premier League boðaði frá hesum í gjárkvøldið, og skrivaði at allar aðrar mannagongdir áðrenn dystarbyrjan verða eins og vanligt, men lógvatak fara vit ikki at síggja komandi tíðina – fram til annað verður fráboðað.
Tá leikararnir fara inn á vøllin til slíkar dystir, leiða leikararnir ofta maskottar – børn. Hetta verður einki av á Anfield í vikuskiftinum. Tað boðaði Liverpool frá í gjárkvøldið.
Premier League hevur eisini mælt leikarum til at avlýsa allar ferðir til lond, har tað er stórur vandi fyri at fáa corona-smittuna.
Fleiri og fleiri verða smittað í Bretlandi, og í gjárkvøldið doyði tann fyrti bretin á bretskari jørð orsaka av coronavirusinum.
Fótbóltur
Premier League: Sleppa ikki at taka í hondina á hvørjum øðrum áðrenn dystarbyrjan
Avgerðin er tikin fyri at steðga einari møguligari spreiðing av coronavirusinum.
Hetta verður ikki at síggja áðrenn Premier League-dystir komandi tíðina
2020-03-06 10:27
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald