Fótbóltur

Betrideildin byrjar uttan áskoðarar

FSF hevur í kvøld sent feløgunum boð um, at áskoðaraplássini skulu vera tóm, tá tvey tey fyrstu umførini í Betrideildini skulu spælast. Hetta er í tráð við tilmælið hjá Heilsumálaráðnum um fyribyrging av coronavirusinum.

Eingin fólk í áskoðaraskýlinum, einki róp og einki róp. Serliga huglagið sum er kring ein kappingardyst í fótbólti verður ikki til staðar sunnudagin, tá Betrideildini byrjar aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eingin fólk í áskoðaraskýlinum, einki róp og einki róp. Serliga huglagið sum er kring ein kappingardyst í fótbólti verður ikki til staðar sunnudagin, tá Betrideildini byrjar aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-03-06 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur hevur ein rúgva av fólki glett seg til at síggja dystir í Betrideildini við vallirnar kring landið. 1. umfar er nú bert tvey smá samdøgur burtur, men sunnudagin vera eingir áskoðarar kring vallirnar.

FSF hevur í kvøld avgjørt, at fylgja tilmælinum ið Heilsumaálaráðið kom við fyrr í kvøld, tá talan er um almenn tiltøk. Tað ljóðaði, at tað helst ikki skulu haldast tiltøk í Føroyum komandi tvær vikurnar, har tað eru fleiri enn 500 fólk savnaði.

Les eisini: Landsstýrið ræður frá at halda tiltøk fyri fleiri enn 500 fólkum

Greitt er nú, at eingin áskoðari sleppur til dystirnar í tveimum teimum fystu umførunum í Betrideildini hjá monnum. Hetta hava feløgini fyri lítlari løtu fingið skriv um.

Televarpið fer kortini at vísa allar dystirnar - eina á Ras 1 og hinar á gjaldsrásunum.

Les her hvat varaaðalskrivarin í FSF segði um fótbólt og coronavirus: 
- Vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum


Kvinnulandsdysturin mánadagin móti Estlandi verður eisini spældur uttan áskoðarar, boðar FSF frá. Fyrr í dag gjørdist greitt, at um venjingardysturin hjá A-landsliðnum hjá monnum í Herning 27. mars verður leiktur, so verður tað uttan áskoðarar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder