Sjóneykan er í dag í stóran mun á lutakastið til EM-endaspælið, sum bæði er stórt og spennandi fyri føroyskan hondbólt. Pauli Jacobsen og Peter Krogh - málverjin og liðformaðurin á A-landsliðnum - eru millum teir, ið fáa komandi mótstøðulið at vita tíðliga í kvøld, men teir skulu hugasvna seg um at avrika í Hoyvíkshøllini frá klokkan 19.30.
Les eisini: Leparnir í Düsseldorf avgerða lagnu føroyinga
Tá taka hoyvíkingar ímóti vestmenningum. Hetta er onnur FM-finalan hjá monnum, og H71 kann vera í trongum skóm, um tað ikki eydnast at vinna heimadystin í kvøld.
VÍF vann inntensu finaluna í Vestmanna leygardagin, har profilarnir tóku ábyrgd, og vestmenningar hava minst ein heimadyst eftir. Filip Jojic var ein teirra, ið vísti seg frá sínari bestu síðu í Vestmanna, og H71 skal fáa sett verjuna eitt sindur øðrvísi, Pauli skal hava fleiri bjargingar, og í hinum endanum skal talið av teknisku villunum setast niður.
H71 hevur lyndi at spæla væl beint eftir ein minni góðan dyst, og hoyvíkingar eru á heimavølli í kvøld. Um VÍF tó fer sett tingini saman eins væl sum leygardagin, so verður tað ógvuliga trupult at basa teir í gulum og bláum.
FM-finalur í Burn-deildini
Finala nummar 2 - mikukvøldið 10. mai í Hoyvíkshøllini
H71 (0) - VÍF (1)
Les eisini: VÍF vann fyrstu finaluna
Finala nummar 1 - leygardagin 6. mai í høllini í Vestmanna
VÍF - H71 30-26 (14-11)
Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Hallur Árason 8 mál - Bogi Hansen og Peter Krogh 7 mál
Sí dómaraseðil her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald