Tað er ikki ofta, at eitt hondbóltslið skorar 50 mál, men tað gjørdi besta manslandsliðið hjá H71 í Klaksvíkar Badmintonhølli í gjár.
Team Klaksvík tók ímóti í 2. umfari í bólki 2 í steypakappingini. Heimaliðið fekk ikki eitt bein til jørðina, og eftir 17 minuttir var 5-15.
Munurin í steðginum var 13 mál, og í 2. hálvleikinum varð alt uppaftur meira skeiklað: Team Klaksvík skoraði samanlagt 7 mál, meðan H71 legði 25 mál afturat teimum 25, sum liðið fekk fyri steðgin.
Haraldur Karlsson skoraði mál nummar 50, tá tjúgu sekund restaðu í, og 19-50 stóð á máltalvuni, tá floytan ljóðaði.
Sí dómaraseðil og dystargongd HER
At H71 fór at vera greitt omaná var ikki beinleiðis óvæntað, men at 31 mál skuldu vera á muni, kundi ein ikki gitt.
Team Klaksvík hevur eitt av sínum heilt tungu kappingarárum. VÍF sær sterkast út - annars er ikki so stórur munur millum hini seks liðini í bestu deildini, men klaksvíkingar eru aftast við ongum stigi og málmuni á -74 eftir 8 dystir.
Tað verður so eingin steypafinala hjá Team Klaksvík. H71 hevur beina kós víðari og kann tryggja hálvfinaluplássið í Hoyvík 11. desember: Eitt stig ella eitt tepurt tap móti StÍF er nóg mikið.
Sí eisini: Kyndil vann lyklasigur á StÍF í steypakappingini
Faxe Kondi-kappingin hjá monnum - 2. umfar
Sunnudag 21. november
Team Klaksvík - H71 19-50 (12-25)
Toppskjúttar: Jákup Egholm 12 mál, Høgni Heinason 9 mál
Sí dómaraseðil og dystargongd HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald