Hondbóltur

H71 skræddi Stjørnuna sundur í 2. hálvleiki

Hoyvíkskvinnur nærkaðust VÍF við sannførandi sigri í Klaksvík.

Marita Mortensen varð mansvard allan seinna hálvleik í Klaksvík, men skoraði níggju mál í stórsigrinum ið sendi H71 tvey stig tættari VÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Marita Mortensen varð mansvard allan seinna hálvleik í Klaksvík, men skoraði níggju mál í stórsigrinum ið sendi H71 tvey stig tættari VÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-15 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

H71 skuldi royna at koma úr Klaksvík við tveimum umráðandi stigum. H71 hevði eisini leiðsluna ígjøgnum allan 1. hálvleik, men slapp ongantíð av álvara av við Stjørnuna. Hetta var hóast heimaliðið bert skoraði sjey ferðir. Raluca í málinum hjá Stjørnuni hevði fleiri góðar bjargingar, og hovyíkskvinnur gjørdi fleri mistøk í álopinum og brendu opnar møguleikar - bæði liðini høvdu sínar málturkir fyri steðgin.

Frá byrjan av í 2. hálvleki fór Sjørnan at mansverja Maritu Mortensen. Stutt eftir hetta fekk Maria Halsdóttir Weyhe mansverju, men hetta kann ikki sigast at eydnast væl. Hesar báðar skoraðu samanlagt 17 mál í dystinum, og H71 fekk heili 21 mál eftir steðgin. Stjørnan gjørdi nógv mistøk, og eftir 10 minuttir í seinna hálvleiki var 20-11 og dysturin í roynd og veru avgjørdir.

H71 er nú tvey stig aftanfyri VÍF, sum fyrr í dag tapti oddadystin móti Kyndli. 

Sí eisini: Myndir: Kyndil - VÍF

SMS-deildin 15/12:

Stjørnan - H71 17-31 (7-10)

Toppskjúttar: Marita Mortensen 9 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 8 mál, Jancy H. Jacobsen 5 mál

Kyndil – VÍF 32-27 (15-14)

Toppskjútti: Súna Krossteig Hansen 10

STÍF – VB 26-28 (12-13)

Toppskjútti:

Haruka Gima 12

 

Støðan:
1. Kyndil 20 stig 
2. VÍF 18 stig
3. H71 16 stig
4. Neistin 14 stig
5. Stjørnan 8 stig
6. StÍF 6 stig
7. VB 2 stig

Øll liðini hava leikt 12 dystir


Næsta umfar - seinasta áðrenn stegðin
21. desember:

StÍF - VÍF
H71 - Neistin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder