Fult umfar er á skránni í dag, bæði í SMS-deilduni hjá kvinnum og Okkara-deildini hjá monnum.
Í høllini á Hálsi var oddadystur í SMS-deildini, tá Kyndil tók ímóti VÍF. Liðini lógu undan dystinum jøvn í oddinum við átjan stigum hvør. Her var tað Kyndil sum fór avstað við sigrinum í einum sera málríkum dysti, tá tær grønu vunnu dystin 32-27 eftir hálvleiksstøðuna 15-14. Við sigrinum kemur Kyndil uppá 20 stig, og eru nú tvey stig frammanfyri VÍF á øðrum plássi.
Myndir frá dystinum
Í ítróttarhøllini á Skála hittust tvey tey niðastu liðini i deildini, tá StÍF tók ímóti VB. Her endaði tað við einum óvæntaðum sigri til gestirnar úr Vági, ið fingu sín fyrsta sigur í ár. VB vann dystin 26-28 eftir hálvleikstøðuna 12-13.
Í Klaksvík er ein dystur í gongd í løtuni, har Stjørnan og H71 spæla, har var hálvleiksstøðan 7-10.
SMS-deildin:
Kyndil – VÍF 32-27 (15-14)
Toppskjútti: Súna Krossteig Hansen 10
STÍF – VB 26-28 (12-13)
Toppskjútti:
Haruka Gima 12
Klokkan 15.00
Stjørnan – H71
Støðan:
1. Kyndil 20 stig
2. VÍF 18 stig
3. H71 14 stig
4. Neistin 14 stig
5. Stjørnan 8 stig
6. StÍF 6 stig
7. VB 2 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald