Hondbóltur

H71 skrivaði søgu – VÍF í finaluni triðja árið á rað

Tað gjørdist ongantíð veruligur spenningur í seinnu hálvfinalunum hjá kvinnunum. VÍF og H71 vunnu sannførandi samanlagt og skulu spæla steypafinalu um eina viku.

H71 vann trygt á Neistanum, og so var fagnaður á hoyvíkingum (Mynd: Sverri Egholm)

H71 vann trygt á Neistanum, og so var fagnaður á hoyvíkingum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-08 19:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnu hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum vórðu leiktar fyri løtu síðani.

Havnarfeløgini, Neistin og Kyndil, skuldu bæði innheinta fimm mál. Tað verður tó einki lið, ið hevur heimavøll í finaluni, tí tað var ongantíð nær.

Kyndil var nærri við, men hóast eina 5-2 leiðslu eftir átta minuttir og ymiskar royndir at steðga álopsspælinum hjá VÍF so eydnaðist tað ikki at skapa spenning um samlaða úrslitið. Durita Jojic varð mansvard tað meginpartin av dystinum, men hon skoraði 9 mál, og mansverjan gav pláss til aðrar - fýra ymiskir leikarar skoraðu fýra mál hvør.  

Tað var sera sjálvdan meira enn eitt-tvey mál á muni, og heimaliðið tyktist allatíðina at hava gott tamarhald á støðuni. Kyndil slapp ongantíð avstað; millum annað takkað verið nøkrum góðum bjargingum frá Fríðu Petersen. Tað endaði við at vera sjey mál á muni millum VÍF og Kyndil samanlagt.

Hesi liðini hava spælt í finaluni tvey tey seinastu árini. Nú verður VÍF við fyri triðja árið á rað  og fyri fjórðu ferð uppá fimm ár.  Vestmannakvinnur skulu komandi leygardag royna at vinna steypakappingina á fimta sinni.

[object Object]

Tað verður H71, ið skal royna at forða fyri hesum. Hoyvíkskvinnur settu í kvøld eina tjúkka striku undir, at tær skulu spæla steypafinalu í Høllini á Hálsi. Tað gjørdu tær í júst hesi høllini. Neistin skuldi, eins og Kyndil, royna at venda 24-19 til eitt pláss í steypafinaluni. Eftir smáar tíggju minuttir var 4-1 til H71, og so var mótbrekkan hjá teimum í bláum sera tung. H71 hevði ein langan málturk eftir tað fjórða málið, men eftir at verjurnar høvdu dominera dystin, kom hol á báðum endunum seinastu minuttirnar í 1. hálvleiki.

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

[object Object]
Lív Zachariassen (Mynd: Sverri Egholm)
[object Object]
Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, var vælleikandi (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin hevði bert tvær ferðir leiðsluna (6-5 og 8-6). Heimaliðið royndi at mansverja Maritu Mortensnen, men tær á H71-liðnum vóru tryggar í sínum spæli og skotum í 2. Hálvleiki. Í verjuni gekk eisini væl, og Annika Fríðheim Petersen vísti sínar dygdir í málunum. Fyrsta finaluplássið í søgu felagsins kom ongantíð í vanda, og stór frøi var á mongu hoyvíkingunum í høllini eftir 60 minuttir.

Faxe Kondi kappingin - seinnu hálvfinalurnar
08.02

VÍF - Kyndil 29-27 (14-12) - sjey máls sigur samanlagt
Toppskjúttar: Durita C. Jojic 9 mál, Bára Krossteg Hansen 7 mál

H71 - Neistin 22-19 (9-8) - átta máls sigur samanlagt 
Toppskjúttar: Marjun Danberg 4 mál, Maria Halsdóttir Weyhe 6 mál


Sí myndir frá dystinum her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder