Hondbóltur

H71 stóri sigursharrin

Stóra steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Umframt at vinna báðar finalurnar hjá teimum vaksnu vunnu fleiri av teimum yngru eisini.

(Mynd: Álvur Haraldsen / Hondbóltssamband Føroya)

(Mynd: Álvur Haraldsen / Hondbóltssamband Føroya)

2021-02-22 16:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Heili 18 finalur blivu leiktar og fingu vit tvær serstakliga spennandi finalur leygardagin, tá kvinnurnar og menninir spældu. Harumframt var eisini eitt serstakt finalutiltak við Eydnudeildini, sum eydnaðist sera væl.

Stóri sigursharrin av finaluvikuskiftinum var aftur H71, sum vann finalurnar hjá bæði kvinnum og monnum, umframt D18, G18, D16, D12, D12B, D10, G14 og G10B. Kyndil vann G14, G14B og D14. Neistin vann G16 og G10. VÍF vann G12. StÍF vann D14B og G12B. VÍF vann G12 og ÍA D10B.

Steypavinnarar 2021:

Kvinnur: H71 – Neistin 22-20
Dagsins leikari: Vár Højgaard Thomsen (H71)

Menn: H71 – Neistin 26-25
Dagsins leikari: Peter Krogh (H71)

G18: H71 - EB 26-21
Dagsins leikari: Lea Lisberg (EB)

D18: H71 - Neistin 32-22
Dagsins leikari: Pauli Høj (Neistin)

G16: Neistin – H71 28-20
Dagsins leikari: Maria Pálsdóttir Nólsoy (Neistin)

D16: H71 – Neistin 29-25
Dagsins leikari: Óli Mittún (H71)

G14: Kyndil - H71 22-17
Dagsins leikari: Gylta á Neystabø (Kyndil)

G14B: Kyndil b - Stjørnan 22-18
Dagsins leikari: Vár Johannesen (Stjørnan)

D14: Kyndil – H71 32-28
Dagsins leikari: Rúnar Hammer (Kyndil)

D14B: StÍF - ÍA 28-26
Dagsins leikari: Heðin Olsen (ÍA)

G12: VÍF – H71 20-15
Dagsins leikari: Amilia Joensen (VÍF)

G12B: StÍF – H71 c 12-10
Dagsins leikari: Ella Christensen (StÍF)

D12: H71 – Team Klaksvík 21-17
Dagsins leikari: Páll Müller (Team Klaksvík)

D12B: H71 b – ÍA a 24-18
Dagsins leikari: Filip Wardum Ragnarsson (H71)

G10: Neistin – VÍF 15-7
Dagsins leikari: Sigrið Hansdóttir (Neistin)

G10B: H71 c - Stjørnan 10-4
Dagsins leikari: Marin Danielsen (H71)

D10: H71 – Team Klaksvík 16-13
Dagsins leikari: Jónas Fossabrúgv (H71)

D10B: ÍA – Team Klaksvík b 20-18
Dagsins leikari: Jónas Sigtórsson (ÍA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder