H71 hevur gjørt av, at kvinnurnar og menninir aftur í ár skulu royna seg í EHF Europa Cup-kappingini.
– Serliga kvinnurnar sýndu seg fram frá síni bestu síðu undanfarna kappingarár, tá ið tær spældu heilar sjey dystir í síni kapping, har tað rakk heilt í fjórðingsfinaluna.
Og var tað ikki fyri krígshóttanini í Ukraina og einum stívrendum EHF, er ikki lætt at vita, hvussu langt tær kundu komið, skrivar H71 á heimasíðuni.
– Eisini menninir gjørdu sítt besta, men rendu seg beinanvegin í grótharða mótstøðu frá norska Drammen, og hóast heimadysturin royndist væl, gjørdist einki á útivølli.
Men alt samalt gevur royndir, og tær skulu sjálvandi brúkast.
Týsdagin 12. juli fæst at vita, hvørji lið hava meldað seg til kappingina, og lutakastið undan fyrsta umfarinum verður eina viku seinni – týsdagin 19. juli. Sambært H71 hevur mann ikki hoyrt um, at nakað annað føroyskt felag hevur meldað seg til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald