Hondbóltur

H71 úti eftir longda leiktíð

Hoyvíkvíkskvinnur vóru á odda við trimum málum, men niðurlendska mótstøðuliðið svaraði aftur og vann 40-39.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-27 23:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Evropeiska árið hjá hoyvíkskvinnum gjørdist ógvuliga stutt.

Vegna veðurlíkindi í Vágum kom Fortes Venlo-hópurin tvey samdøgur seinni enn ætlað til Føroyar, og harvið gjørdist talan um ein dyst heldur enn tveir millum liðini í 2. umfari í European Cup.

Talan gjørdist eisini um ein dramatiskan dyst við álopsspælið í hásæti. H71 var á odda so at siga allan vegin. Tað var 15-12 í steðginum og eisini pluss trý, tá tríggir minuttir vóru eftir.

Neyðugt varð tó við longdari leiktíð tí Venlo skoraði tvær ferðir seinasta minuttin. Tær hjá H71 hildu ikki høvdið kalt, og í longdu leiktíðini vann útiliðið við einum máli.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder