Hondbóltur

H71 vann tryggan sigur á STÍF

Bestu kvinnuliðini hjá H71 og STÍF spældi í dag í Høllini á Hálsi.

Marita Mortensen skeyt 9 mál í dag (Mynd: Jens Kr. Vang

Marita Mortensen skeyt 9 mál í dag (Mynd: Jens Kr. Vang

2019-10-13 18:50 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tveir dystir hava verið í bestu kvinnudeildini í hondbólti um vikuskifti.

Í høllini á Hálsi vann H71 í dag 36-25 á STÍF, eftir hálvleiksstøðuna 18-11. Hjá H71 skutu Marita Mortensen og Maria H. Weyhe níggju mál hvør í. Hjá STÍF skeyt Kakura Gima átta mál. H71 hevur eftir tríggjar dystir fult stigatal.   

Í gjár vann Kyndil stórsigur á VB í høllini á Hálsi. Kyndilskvinnur vunnu 39-18, har ein stórspælandi Turið Arge Samuelsen skeyt heili 16 mál. Sí myndir frá tí dystinum her

SMS-Deildin

Kyndil – VB 39-18 (13-9)

Toppskjúttar:

Turið Arge Samuelsen 16, Súna K. Hansen 10

H71 – STÍF 36-25 (18-11)

Toppskjúttar:

Marita Mortensen  og Maria H. Weyhe 9

Støðan:

VÍF 8 stig (5 dystir)
Kyndi 6 stig (4 dystir)
H71 6 stig (3 dystir)
Neistin 2 stig (4 dystir)
Stjørnar 2 stig (3 dystir)
STÍF 2 stig (4 dystir)
VB 0 stig (3 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder