KÍ hevur nú funnið avloysaran hjá Magna Hoseth. Lagt varð upp til, at tað gjørdist Eirik Bakke, sum var í Klaksvík í vikuskiftinum, men royndi norðmaðurin bakkaði út av familjuávum.
Sí eisini:
Famijan orsøkin til at hann bakkaði út
Alment: Magne Hoseth nýggjur venjari hjá Lyngby
Tað er ein triði norðmaður, sum nú hevur gjørt ein sáttmála við KÍ. Talan er um ein trý-ára sáttmála millum føroyameistararnar og 41-ára gamla Haakon Lunvov. Hesum boðar KÍ frá í kvøld.
- Nevndin í KÍ hevur arbeitt við at finna nýggjan venjara í eina tíð, eftir at Magne Hoseth skifti til Lyngby. Og nú er sáttmáli gjørdur við norska venjaran Haakon Lunov. Talan er um ein venjara við royndum í norskum fótbólti.
Um nýggja venjarin skrivar Klaksvíkar Ítróttarfelag, at hann hevur UEFA Pro Licence venjara útbúgving og hevur verið venjari og hjálparvenjari í bestu deildini í Norra, umframt teimum lægri. Eisini hevur Haakon Lunov arbeitt við spælaramenning í bæði Celtic og í akademinum hjá Everton FC, og hann er útbúgvin Bsc í vísindum og fótbólti.
Haakon Lunov hevur staðið á odda fyri IF Fram síðstu trý árini. Liðið flutti í fjør niður úr triðbestu norsku deildini (Mynd: ki.fo)
Lunov hevur síðst verið venjari í triðbestu norsku deildini. Hetta var hjá IF Fram - liðið endaði 2023 sum niðurflytari og skal í ár spæla í fjórðbestu deildini - Lunov skal standa á odda fyri trýfaldu føroyameistarunum, sum millum annað skulu spæla tveir dystir í Champions League.
Nýggi venjarin hjá KÍ er annars við í tekniska toyminum hjá UEFA sum eygleiðari og greinari, og hann skrivar teknisku frágreiðingarnar frá Champions League og Evropa League.
- Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Nýggi venjarin kemur til Føroya mánadagin, tá ið fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fara í gongd. Og 30. januar fer KÍ hópurin á venjingarlegu í Portugal sum liður í fyrireikingunum til landskappingina, sum fer í gongd í mars, skrivar ki.fo.
Dagført: 21.39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald