Fótbóltur

Haaland gjørdi av við sítt gamla felag

Mál nummar 26 í dysti nummar 21 í Champions League hjá vandamikla norðmanninum, tá hann hegnisliga avgjørdi fyri City. Stjørnurnar hjá PSG skoraðu í Haifa, FCK fekk javnleik móti Sevilla, og Juventus er í trupulleikum.

Dortmund var á odda í Manchester, men teir í ljósabláum slóu til seinastu tíggju minuttirnar (Mynd: EPA)

Dortmund var á odda í Manchester, men teir í ljósabláum slóu til seinastu tíggju minuttirnar (Mynd: EPA)

2022-09-14 23:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Níggju dystir í 2. umfari í Champions League-bólkaspælinum vórðu leiktir í kvøld:


Bólkur E:
AC Milan - Dinamo Zagreb 3-1
Chelsea - RB Salzburg 1-1

Milan hevur lagt seg á odda í bólkinum, meðan Chelsea ikki er komið væl frá byrjan. Fyrsti dysturin hjá Graham Potter við róðrið á Stamford Bridge endaði við javnleiki.

AC Milan 4
Dinamo Zagreb 3
Salzburg 2
Chelsea 1

Bólkur F:
Shakhtar Donetsk - Celtic 1-1
Real Madrid - RB Leipzig 2-0

Shakthar hevur heimavøll í pólska høvuðsstaðnum Varsjava, orsakað av støðuni í heimlandinum og serliga í Donbass-økinum. Real Madrid skoraði bæði síni mál í 2. hálvleiki - Valverde og Asensio skoraðu - og meistararnir síggja út til at stýra trygt móti einum plássi í áttandapartsfinalunum.

Real Madrid 6
Shakhtar 4
Celtic 1
RB Leipzig 0

Bólkur G:
Manchester City - Borussia Dortmund 2-1
FCK - Sevilla 0-0

Enska stórtalentið Jude Bellingham legði Dortmund á odda tíðliga í seinna hálvleiki við stútara, men frálíkt langskot frá John Stones og eitt næstan ótrúligt mál frá Erling Braut Haaland gjørdi, at City fekk øll trý stigini. Mál nummar 26 í Champions League-dysti nummar 21 hjá 22-ára gamla norðmanninum, og tað var í "Zlatan-stíli", har hann lyfti vinstra beinið næstan á ónátúrligan hátt og við tí stýrdi frálíka innlegginum frá Cancelo í Dortmund-málið. Haaland fegnaðist ikki stórliga yvir avgerandi málið í 84. minutti, tí tað var móti sínum gamla felagi.


Í Parkini var sera gott lív í á áskoðaraplássinum men einki mál at fegnast um, tá FCK tryggjaði sær eitt gott stig móti Sevilla. 

Manchester City 6
Dortmund 3
FCK 1
Sevilla 1


Bólkur H:
Juventus - Benfica 1-2
Maccabi Haifa - PSG 1-3

Messi, Mbappé og Neymar brúktu ein dyst at gera tað, sum Olgar Danielsen brúkti ein hálvleik uppá í regninum á Svangaskarði á 1995: At skora trý mál móti Maccabi Haifa. Ísraelska felagið, sum í fjør tapti fyri HB á Tórsvølli, var vertur fyri nøkrum heimsstjørnum í kvøld, og teir tríggir kundu ikki heilt støðgast.

PSG vann í síðstu viku á Juventus, ið er í trupulleikum í løtuni. Italska stórliðið legði seg á odda tíðliga í heimadystinum í kvøld, men Benfica svaraði aftur og er á veg víðari saman við PSG, sum støðan er nú.

Benfica 6
PSG 6
Juventus 0
Haifa 0


Í útsetta dystinum í bólki A vann Napoli 3-0 í Glasgow. Øll málini komu í seinna hálvleiki, har Rangers eisini fekk eitt reytt kort. 

3. umfar í bólkaspælkinum er á skránni fyrst í oktober. Les um hinar dystirnar og sí støður her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder