Erling Braut Haaland hevur skrivað undir ein heldur serligan sáttmála við Manchester City, sum bindir norðmannin til enska felagið í níggju og eitt hálvt ár.
Ítróttarmiðilin The Athletic var fyrst at skriva um sáttmálan, og síðan hevur felagið váttað hetta.
- Eg eri glaður fyri sáttmálan og gleði meg til at brúka enn meira tíð í hesum fantastiska felagnum, sigur Erling Braut Haaland við heimasíðuna hjá Manchester City.
(Mynd: Manchester City)
Erling Haaland er í dag 24 ára gamal. Tá nýggi sáttmálin endar, verður hann 34 ár.
Síðan Erling Haaland kom úr Borussia Dortmund til Manchester City í 2022, hevur hann skotið 111 mál í 126 dystum fyri felagð.
Sky Sports skrivar, at lønin hjá Haaland í nýggja sáttmálanum liggur um 400.000 evrur um vikuna, altso knappar tríggjar milliónir krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald