Tað var stórur spenningur í Noregi um at síggja Erling Braut Haaland frá byjan á landsliðnum fyri fyrstu ferð. Hann var eisini í byrjanaruppstillingini, ið varð upplýst 75 minuttir fyri dystin.
Sí: Haaland fyri fyrstu ferð frá byrjan
NRK skrivaði í sínari beinleiðis dagføring , at hann hevði eina forbing um knæðið, sá út til at vera darvaður í upphitingini og noyddist at enda haltandi út. Hetta sást á stórskermiinum fyri løtu síðani.
Eitt korter fyri fyrsta bríksl vað norska liðið rópt upp á Ullevaal, og har var Haaland ikki millum teir fyrstu ellivu. Ístaðin spælir Alexander Sørloth úr turkiska Trabzonspor frá byrjan.
Fótbóltur
Haaland kortini ikki at síggja móti Føroyum
19-ára gamla stjørnuskotið hevur trupulleikar við knænum, og fær harvið ikki sína debut frá byrjan í kvøld. Alexander Sørloth avloysir Haaland í álopinum.
2019-11-15 17:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald