Um ein lítlan tíma er fyrsta bríksl á Ullevaal, har Noreg tekur ímóti Føroyum.
Føroyska liðið varð kunngjørt fyrr í dag
Einir hundrað livligir føroyingar hita upp í Oslo
Liðið hjá Noreg er nú alment. Tað mest áhugaverda, og tað sum er størsta broytingin í mun til dystin í juni, er álopsparið, sum Lars Lägerbeck hevur valt. Joshua King ger tað gott í ensku Premier League fyri Borunemouth. Hann var ikki heilt birgur til dystin á Tòrsvølli, men 27-ára gamli leikarin við 16 landsliðsmálum vil royna at finna meskarnar aftanfyri Gunnar Nielsen í kvøld.
King til tíðindafundin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Joshua King: Dysturin í Føroyum var helst tann vánaligasti hjá okkum í ar
Undir lið hansara verður 19-ára gamli Erling Braut Haaland. Hann hevur í ár veruliga gjørt um seg í RB Salzburg - bæði í fremstu deildini í Eysturríki og ikki minst í Champions League har hann er toppskjútti. Norsku miðlarnir hava havt stórt fokus á Haaland í vikuni, og hann byrjar nú sín fyrsta landsdyst. Haaland var innskiftur í báðum landsdystunum í september.
Noreg (4-4-2): Rune Almenning Jarstein - Omar Elabdellaoui (L), Kristoffer Ajer, Tore Reginussen, Haitam Aleesami - Iver Fossum, Sander Berge, Markus Henriksen, Ole Selnæs - Erling Braut Haaland, Joshua King
Fylg við gongdini á forsíðu okkara. Vit hava ymikst tilfar av Ullevaal eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald