Fótbóltur

Joshua King: - Dysturin í Føroyum var helst tann vánaligasti hjá okkum í ár

Áleyparin úr Bournemouth segði á tíðindafundinum, at hann og Erling Braut Haaland í morgin skulu royna at skora nøkur mál ímóti hart arbeiðandi føroyska liðnum. Venjarin Lars Lägerbeck segði, at hann hevur stóra virðing fyri føroyska venjaranum og liðnum.

Joshua King var vælupplagdir til tíðindafundin í dag. Hann segði seg ynskja, at venjarin longdi sáttmálin, og at dysturin móti Føroyum er ein fyrireiking til meira umráðandi dystin móti Serbia í mars komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

Joshua King var vælupplagdir til tíðindafundin í dag. Hann segði seg ynskja, at venjarin longdi sáttmálin, og at dysturin móti Føroyum er ein fyrireiking til meira umráðandi dystin móti Serbia í mars komandi ár (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-14 13:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Norra (Portalurin) Tíðindafundur var á Ullevaal fyri løtu síðani, og talan var ikki um ein av teimum óáhugaverdu. Tað byrjaði við, at ein norskur miðil spurdi, um liðið føldi seg svíkt, tí bert 12.000 atgongumerki vóru seld til dystin. Tjóðarleikvøllurin tekur áleið 28.000 áskoðarar. 27-ára gamli King segði, at hann ikki var vónbrotin yvir hetta, men takksamur yvirfyri teimum sum hava valt at koma eitt fríggjakvøld í kulda. Áleyparin segði, at um nakað so var tað liðið, ið hevði svíkt áskoðarnar.

Sí eisini: Myndir: Norsk venjing á søguliga Ullevaal

Hjá Noreg er støðan tann, at liðið skal vinna á Føroyum og Malta – helst rættiliga greitt – samstundis sum Svøríki og Rumenia spæla javnleik í morgin, og Føroyar og Spania vinna á ávikavist Svøríki og Rumenia í seinasta umfari mánadagin. Annars hevur Noreg ikki møguleika at koma uppá 2. Plássið í bólki F og harvið koma víðari, og King gjørdi á tíðindafundinum greitt, at dystirnir móti Føroyum og Malta vóru at meta sum venjingardystir. Liðið skal gera seg til reiðar at spæla móti Serbia í Nations League playoff-dysti í mars – Noreg og Serbia vunnu hvør sín bólk í deild C.

Sáttmálin hjá Lars Lägerbeck gongur út eftir undankappingina, men Joshua King gjørdi greitt, at hann ynskir, at 71-ára gamli sviin skal halda fram. Svenski miðilin Aftonbladet var til staðar og spurdi nærri um hví. King svaraði, at fyrst og fremst er tað stóra fótbóltsvitanin hjá Lägerbeck, og tað at liðið hevur staðið seg væl, við millum annað ikki at tapa á heimavølli í yvir trý ár. Hann lýsir venjaran sum eina faðirliga typu ella eina “abbatypu”. Venjarin sjálvur segði, at tað mest umráðandi var, at leikararnir ynsktu, at hann helt fram, men at støða ikki verður tikin enn.  

[object Object]

Joshua King hevur skorað 16 mál á landsliðinum, og hann sigur seg gjarna vilja upp á metið, ið er 33 mál. Hann fær ein nýggjan makkara í álopinum í morgin. Talan er um 19-ára gamla Erling Braut Haalandm sum í ár hevur skorað eftir vild í Eysturríki og í Champions League, har hann hevur sjey mál í fýra dystum. Hann hevur sligið sítt navn fast, og norskir miðlar gera nógv burturúr honum, nú fyrsti landsdystir frá byrjan eftir øllum at døma er beint fyri framman. King sigur tó, at tá hann spælir í felagnum er tað nakað annað enn á landsliðinum, men at høga støðið hjá Haaland sæst til venjingarnar. Landliðsvenjarin vildi ikki tosa so nógv um høgu vónirnar til norska stjørnuskotið.

[object Object]
Erling Haaland til venjingina á tjóðarleikvøllinum fyrr í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Vit spurdu Joshua King, ið ikki var á vøllinum í Føroyum, um dysturin í morgin verður líknandi tí tætta dystinum á Tórsvølli, í juni ella um Noreg fór at sita meira á tí. Eisini spurdu vit hann, hvussu hann sá føroyska liðið:

- Føroyar arbeiða sera hart í verjustøðu, men royna veruliga at spæla tá teir fáa bóltin og skapa eisini møguleikar. Dysturin í Føroyum var allarhelst tann vànaligasti hjá okkum í undankappingini, hóast vit vunnu 2-0 . Eg og Erling (Braut Haaland, red) skulu royna at skora fleiri mál í morgin, vit vilja skapa undirhald fyri áskoðararnar, og vit fara “all-in”

[object Object]
Lars Lägerbeck til venjingina (Mynd: Sverri Egholm)

Tróndur Arge, frásøgumaður á FM 1, spurdi til seinast á tíðindafundinum Lars Lägerbeck um hansara sjónarhorn viðvíkjandi føroyska liðnum:

 “Eg havi stóra virðing fyri arbeiðinum, ið Lars Olsen hevur gjørt við hesum liðinum. Føroyingar eru truplir at bróta niður, og tað sum liðið avrikar í mun til fólkagrundarlagið, ið jú bert er eini 50.000 fólk, er framúr”

Føroyski landsliðshópurin er nú lendur í Oslo, og hevur sína venjing og sín tíðindafund á Ullevaal seinni seinnapartin. Dysturin verður leiktur í annaðkvøld klokkan 17.00.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder