placeholder
Fótbóltur

Myndir: Norsk venjing á søguliga Ullevaal

Tað verður ikki fullsett her í annaðkvøld, men fitt av áskoðarum, og heilt fitt av føroyingunum verða til staðar. Í Noreg snýr tað seg mest um Erling Braut Haaland, ið helst byrjar inni á landsliðnum á fyrsta sinni.

Erling Braut Haaland skorar eftir vild í Champions League fyri tíðina - í morgin verður hann helst saman við Joshua King í álopinum hjá Noregi á Ullevaal (Mynd: Sverri Egholm)

Erling Braut Haaland skorar eftir vild í Champions League fyri tíðina - í morgin verður hann helst saman við Joshua King í álopinum hjá Noregi á Ullevaal (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-14 11:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Oslo, Noreg (Portalurin) - Ullevaal. Navnið rungar av fótbóltssøgu. Tað er staðið, har norska landsliðið hevur havt heimavøll í næstan 100 ár. Leikvøllurin varð tikin í nýstlu í 1926, og árið eftir varð tann fyrsti landsdysturin leiktur her. Áskoðaramet varð sett í 1935, tá Svøríki vitjaði, men tann mest víðagitni dysturin á leikvøllinum nakað norðanfyri miðbýin í Oslo varð leiktur 9. september í 1981, tá norðmenn vunnu 2-1 á Onglandi í HM-undankappingardysti. Kendi frásøgumaðurin Børge Lillelien varpaði nakrar kenslubornar setningar út til alt Noreg, ið eru vorðnir tiltiknir. Millum annað: “Vi er best i verden! Vi har slått England 2-1 i fotball! Og ”Maggie Thatcher can you hear me…Your boys took one hell of a beating” 12 ár seinni eydnaðist tað aftur hjá Noreg at basa Onglandi á heimavølli, og í 90’árunum stóð liðið seg sera væl undir Egil “Drillo” Olsen – við einum serstøkum stíli av fótbólti.

Vålarenga, sum spælir í norsku deildini, hevur heimavøll her, og Lyn hevði tað frá 1926 til 2009, tá felagið fór á húsagang. Í 1987 og 1997 varð EM-finalan hjá kvinnum leikt á Ullevaal. Fyri løtu síðani vandi norska manslandsliðið her – talan var um seinastu venjingina undan dystinum móti Føroyum , sum verður í annaðkvøld klokkan 18 lokala tíð, og talan var um eina heilt róliga venjing á sjarmerandi og stásiliga leikvøllinum.

Eitt av heilt stóru nøvnunum hjá Noreg, Martin Ødegaard, er ikki við. Tað eru áleypararnir, Erling Braut Haaland úr RB Salzburg, og Joshua King úr Bournemouth, ið fáa mest fokus. Serliga er tað 19-ára Haaland, ið er eitt ógvuliga heitt navn í evropeiskum fótbólti fyri tíðina. Stóri og sterki áleyparin er flúgvandi í eysturríkski deildini og í Champions League og fær helst sín fyrsta landsdyst frá byrjan í annaðkvøld. Hann er settur í samband við fleir størri feløg - millum annað liðið hjá Solskjær í Manchester. King, ið er mest skorandi norski leikari í núverandi hópi við 16 landsliðsmálum, skorar javnan í Premier League. Hvørgan spældi við á Tórsvølli í juni, tá Noreg vann 2-0, og áleyparin Bjørn Johnsen skoraði bæði málini. Hann er ikki við hesaferð, men allarhelst spæla Haaland og King saman í álopinum frá byrjan, os føroyska verjan fær nóg mikið at hugsað um.  

Les eisini: Haaland heldur fram við at skora

Tað eru pláss fyri út við 28.000 áskoðarum á Ullevaal. Her á tjóðarleikvøllinum verður í dag upplýst, at áleið 12.000 atgongumerki eru seld til dystin. Nógvir føroyingar koma til Noregs í dag og í morgin, og FSF væntar, at tað verða áleið 250 føroyskir áskoðarir til staðar í annaðkvøld. Bolt.fo skrivaði týsdagin, at Noreg var ósigrað her í yvir trý ár – í 14 dystum. Seinasta tapið var í september 2016 móti Týsklandi – seinasti dystur á Ullevaal endaði við 1-1 javnleiki móti Spania.

Nú hvørja løtu verður norskur tíðindafundur her á Ullevaal. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder