Klokkan 17 spæla Føroyar næstseinasta dystin í hesari EM-undankappingini. Talan er um fyrsta útidyst nakrantíð í Noreg í undankappingardysti; í 1992 vunnu norðmenn 2-0 á Ullevaal í venjingardysti.
Ullevall, har pláss eru fyri 28.000 áskoðarum, verður karmin um dystin í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Dystardagur í Oslo
Tað er næstseinasta lið, ið Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava sett sum landliðsvenjarar, og miðverjin Atli Gregersen leiðir liðið út fyri næstseinastu ferð. Undir høgru lið hansara í trý-mans miðverjuni verður Odmar Færø. 30-ára gamli verjuleikarin hevur ikki verið við landsliðnum í heyst vegna skaða. Hann spældi allar 90 minuttirnar í teimum fyrstu fýra dystunum í ár. Miðverjin úr HamKam, ið nú skiftir til KÍ, er nú aftur. Heini Vatnsdal byrjar inni í sínum fjórða landsdysti á rað – hesaferð verður vágbingurin vinstri miðverji. Aftanfyri miðverjarnar verður sum vant Gunnar Nielsen.
Jóannes Jakobsen: Haldi ikki at leikararnir skíta á tað
Sí innslag við Odmari og Heina her
Vongbakkkarnir eru nýggir í mun til dystin móti Malta: Tá hevði Gilla Rólantsson leikbann, og tvørámaðurin, sum spælir í Brann Bergen til dagliga, avloysir Jóannes Kalsø Danielsen, ið fekk debut í 1-0 sigrinum. Í vinstru síðu hevur Viljormur Davidsen spælt fast seinastu árini, men seinastu tíðina hevur hann ikki spælt fast í Vejle, og Ári Mohr Jónsson fær í kvøld møguleikan. 25-ára gamli havnamaðurin er komin fyri seg eftir sín á krossbandsskaða og spælir í kvøld sín A-landsdyst nummar fýra og sín fyrsta landsdyst í 25 mánaðir – seinast vinstri bakkurin var í dysti fyri landsliðið var í oktober 2017 í Ungarn.
Ári Mohr Jónsson á Ullevaal (Mynd: Sverri Egholm)
Hoyr Ára, Brand og Lars seta orð á støðuna
Rógvi Baldvinsson verður fluttir fram á miðvøllin, har hann skal avloysa skadda Hall Hansson. Hann verður undir liðini á Brandi Hendrikssyni; Rógvi hevur búð tað allarmesta av sínum lívi í Noreg, og fýra av leikarunum í byrjanaruppstillingini hava í ár spælt í norskum fótbólt. Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð verða eins og seinast á hvør sínum vongi, og Jóan Símun Edmundsson verður fremsti maður
"Norðmenninir" á føroyska liðnum klárir
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen (L), Heini Vatnsdal, Ári Mohr Jónsson – Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð – Jóan Símun Edmundsson
Á bonkinum verða Teitur Matras Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Árni Frederiksberg, Andrias Eriksen, Viljormur Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen.
Fyrsta bríksl er klokkan 17.00 (18 lokala tíð) og vit hava dagføring á forsíðuni á Portalinum og myndir frá dystinum. Eftir dystin hava vit samandrátt og viðmerkingar av Ullevaal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald