Í juni var tað líka við og næstan. Hóast føroyska liðið í báðum hálvleikunum skapti góðar møguleikar móti norska málinum, so eydnaðist tað ikki hjá Føroyum at fáa bóltin í norska málið. Tað endaði 2-0 til Noreg á Tórsvølli, og hóast norðmenn ikki vóru vælnøgdir við dystin, so fóru teir avstað við teimum trimum stigunum.
Les eisini:
Frálíkt føroyskt avrik - einki mál
Joshua King: Dysturin í Føroyum var helst tann vánaligasti hjá okkum í ár
Harður kritikkur í Noreg hóast sigur
Sí: Myndir: Norsk venjing á søguliga Ullevaal
Nú møguleikin at spæla seg til EM gjøgnum undankappingarbólk F so at siga er farin, er fokus hjá norðmonnum á Nations League-uppgerðina móti Serbia í mars, ið kann geva atgongd til EM-endaspælið komandi summar. Tó vil liðið hjá Lars Lagerbeck enda væl í undankappingini, eins og tað føroyska liðið ið hevur ein liðformann, og eitt venjaratoymi ið steðgar eftir hesa undankappingina, og sum hevur fleiri leikarar ið spæla ella hava spælt í norskum fótbólti.
Føroyska liðið hevur seinastu dagarnar fyrireika seg í Danmark, og hóast dystarformurin ikki heilt er har hjá teimum allarflestu, so tykjast leikararnir at vera rímiliga væl fyri og til reiðar at geva tað seinasta fyri landsliðið í ár. Uppgávan verður sera torfør: Noreg hevur ikki tapt seianstu 14 dystirnar á søguliga Ullevaal leikvøllinum – ikki síðani ósigurin fyri Týsklandi í september 2016 og seinast fekk Spania bert eitt stig í Oslo. Lars Olsen og Odmar Færø søgdu á tíðindafundinum í gjár, at Noreg var stórfavorittur, og hetta siga veddingarfyritøkurnarnar eisini.
Føroyska liðið verður kunngjørt seinni í dag, og áskoðarnir fara at hita upp til dystin. Teir flestu koma til Noreg í dag, og samanlagt verða áleið 250 føroyskir áskoðarar ímillum teir 12.000 – 13.000 áskoðarnir í kuldanum á Ullevall í kvøld.
Fyrsta bríksl er klokkan 17.00 (18 lokala tíð) og vit hava dagføring á forsíðuni á Portalinum og myndir frá dystinum og hava samandrátt og viðmerkingar eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald