- Hepnir at tað ikki gjørdist 1-1
- Ein av ringastu landsdystunum vit hava spælt
- Spælið var "pillrotið"
- Ógvuliga nógv at arbeiða við hjá Lars Lagerbeck til í heyst
Hetta eru nøkur av sitatunum, ið stóri norski miðilin hevur samlað frá viðmerkjarum eftir 2-0 sigurin á Føroyum á Tórsvølli í gjárkvøldið. Hóast Noregi vann sín fyrsta dyst í undankappingini og harvið helt fast í møguleikanum at fáa 2. plássið í bólkinum ið gevur atgongd til EM-endsapælið, so var stór ónøgd um norska spælið og avrikið í føroyska høvuðsstaðnum.
Frálikt føroyskt avrik - einki mál
Tvey tey ovastu sitatini eru hjá fyrrverandi landsliðsvenjaranum Egil "Drillo" Olsen , ið var harður við liðið hjá Lagerbeck á TV2 eftir dystin. Núverandi vernjarin viðgekk eisini á tíðindafundinum í B36-húsinum, at tað ikki var ein góður dystur hjá hansara liðið - ja, sviin viðgekk, at hetta var tann vánaligasti í undankappingini. Serliga var verjuspælið eitt evni og eitt kritikkpunkt.
(Norsku fjeppararnir høvdu nakað at fegnast um í gjár, men nøgdsemi er ikki stórt um landsliðið í Norra - Mynd: Jens Kr. Vang)
Í dystarfrásøgnini hjá VG helt Knut Espen Sveggarden lítið um avrikið, har hann millum annað segði, at marginalarnir vóru við norðmonnum. Norra hevur nú fimm stig fyri fýra dystir í bólki F. Føroyar vitja í Oslo í november.
EM-undankapping - bólkur F, 4. umfar
Tórsvøllur, 10.06
Føroyar - Norra 0-2 (0-0)
'49 Bjørn Johnsen 0-1
'83 Bjørn Johnsen 0-2
Føroyar (4-4-1-1): Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson Sørensen Atli Gregersen (L), Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (69' Árni Frederiksberg), Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson, René Shaki Joensen (84' Heini Vatnsdal) - Hallur Hansson - Klæmint Andrasson Olsen (89' Patrik Johannesen)
Gul kort: Rógvi Baldvinsson og Gilli Rólantsson
Norra (4-4-2): Andre Hansen (Rosenborg), Omar Elabdellaaoui (Olympiakos) (L), Havard Nordtveit (Fulham), Kristoffer Ajer (Celtic), Haitam Aleesami (Palermo) - Martin Ødegaard (Vitesse), Ole Selnaes (Shenzhen FC - 81' Frederik Midtsjø, AZ Alkmaar), Sander Berge (Genk), Markus Henriksen (Hull - 72' Stefan Johansen, Fulham), Tarik Elyounoussi (AIK - 58' Ola Kamara, Shenzhen FC ), Bjørn Johnsen (AZ Alkmaar)
Fótbóltur
Harður kritikkur í Noregi hóast sigur
VG skrivar, at serfrøðingar og fólk á sosialu miðlunum eru alt annað enn bergtikin av norska liðnum.
Lars Lagerbeck er undir trýsti sum norsku landsliðsvenjari (Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-06-11 09:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald