Fótbóltur

Frálíkt føroyskt avrík - einki mál

Talan var um besta føroyska dystin í hesari undankappingini og tann besta yvirhøvur í næstan trý ár, men tað var ikki nóg mikið til at forða norðmonnum at taka trý stig á Tòrsvølli.

So nær við og tó: Føroyingarnir fingu ikki bóltin í norska málið hóast fleiri stórar møguleikar (Mynd: Jens Kr. Vang)

So nær við og tó: Føroyingarnir fingu ikki bóltin í norska málið hóast fleiri stórar møguleikar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-10 23:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir fyrsta dystin í hesari EM-undankappingini vóru orðini um føroyska A-landsliðið hjá monnum ikki mjúk. 2-1 tapið á Malta, har føroyingar vóru í yvirtalið í ein hálvan tíma, bar ikki boð um eina góða undankapping. Hetta var annar dystur á rað móti Malta, og í hesum báðum royndunum á Ta' Qali eydnaðist tað ikki hjá Føroyum at vinna á liðnum, sum í mars vann sín fyrsta undankappingardyst í seks ár og tann fyrsta á heimavølli í 13 ár. Ósigurin á lítlu oynni í Miðjarahavinum kom eftir eina Nations League kapping í heyst, ið kann metast sum eitt lítið vónbrot.

[object Object]
(Malta vann 2-1 í fyrsta dystinum hjá Føroyum í undankappingini - Mynd: Sverri Egholm)

Tríggjar dagar seinni taptu Føroyar 4-1 í Rumenia, men úrslitið var nakað misvísandi, tí føroyingar spældu ein rímiliga góðan dyst, og rumenar vóru sera effektivir. 4-1 móti Spania fríggjakvøldið var meira passandi, men aftur var føroyska avrikið meira enn góðkent. Spurningar kundu tó í báðum dystunum setast til verjuspælið hjá Føroyum í fleiri støðum - serliga í Rumenia í samband við málini - og tað kundi tað eisini í tveimum førum í kvøld. Men fyriuttan tey bæði málini við høvdinum hjá stóra áleyparanum Bjørn Johnsen úr AZ Alkmaar var tað ógvuliga lítið neiligt í føroyska avrikinum. Tríggjar dagar eftir ein harðan dyst ímóti spaniólum vóru føroyingarnir ágangandi og skapti fleiri góðar møguleikar ímóti Norra. Úrslitið 0-2 var eitt vónbrot, tá samanum kom.

Styttri samandráttur frá dystinum í kvøld kann lesast her
Myndir: Føroyar - Noreg

Rógvi Baldvinsson byrjaði inni á verjukenda miðvøllinum, og René Shaki Joensen var aftur á vinstra kanti. Teir avloystu ávíkavist Heina Vatnsdal og Árna Frederiksberg. Frá byrjan av sást, at talan fór at vera um ørvísi dyst enn ímóti Spania. Norra hevði bóltin væl meira, men spældi als ikki við somu ferð og góðsku, meðan føroyingar hóttu javnan og væl. Norðmenn hóttu mest við  innleggum og umstillingum. Teitur Gestsson hevði tvær góðar bjargingar fyri steðgin: Tí fyrru eftir at Føroyar høvdu mist bóltin, og útiliðið var nær við at revsa og tí seinnu eftir gott innlegg frá Martin Ødegaard, ið varð stútað uppá mál.

[object Object]
(Martin Ødegaard ið hevur sáttmála við mæta Real Madrid - Mynd: Jens Kr. Vang)

Í hinum endanum vóru fleiri sera góðar støður: Næstan beinanvegin fekk Klæmint Andrasson Olsen ikki skot á, eftir frálíkt forarbeiðið og innlegg frá Sølva Vatnhamar í høgru, og áleyparin kundi og burdi helst skorað seinni, tá Gilli Ròlantsson legði frálíkt innlegg á pannuna hjá honum, ið metmaðurin í Betrideildini ikki fekk stýrt í málið. Tvær ferðir eydnaðist høgt trýst hjá Føroyum væl: Fyrru ferð beint eftir deyðbóltsstøðu tá Brandur Hendriksson vann bóltin og legði inn til Atla Gregersen, sum varð órógvaður, tá hann skuldi stútað. Tað seinna var beint fyri hálvleik, tá norski málverjin skeyt beint út til Hall Hansson, men norðmenn fingu vart fyri, áðrenn miðvallarin fekk skot á. 

[object Object]
(Klæmint Andrasson Olsen megnaði akkurat ikki at skora annan dystin á rað; áleyparin burdi helst eisini fingið eitt brotsspark - Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyar komu tíverri ikki væl út til 2. hálvleik, og tað varð liðið revsað fyri. Norðmenn sluppu at hava bóltin inni á føroysku hálvuni, uttan at veruligt trýst var á bólthaldaranum, og hetta førdi til málið tríggjar minuttir inn í hálvleikin. Ikki langt frá føroyska brotsteiginum hevði Ole Selnæs, ið spælir í kinesiskum fótbólti, gott pláss, og legði bóltin væl innfyri. Har hevði Odmar Færø ikki heilt tamarhald á stóra Bjørn Johnsen, ið byrjaði inni fyri Bournemouth-áleyparan Joshua King, og so var 1-0.

[object Object]
(Tvfaldi málskjúttin í luftdysti við Odmar Færø, ið til dagliga spælir í Noregi - Mynd: Jens Kr. Vang)

Hetta var eitt slag hjá føroyska liðnum, men mennirnir hjá Lars Olsen reistu seg skjótt, og stórar fimm minuttir seinni kom Klæmint aftur til stóran møguleika eftir gott innlegg frá Sølva, men nakað trýstir rakti áleyparin ikki málið við stútaranum. Føroyingarnir fluttu bóltin væl og vóru serliga vandamikilir ígjøgnum høgru síðu. Størsti møguleikin kom í 75. minutti, tá innskifti Árni Frederiksberg smekkaði eitt horna frálíka væl inn úr høgru, har Odmar Færø rann væl til fremstu stong og fekk akkurat snittað bóltin. Hann fór á stongina, og síðani vóru Klæmint og Rógvi akkurat ov stuttir at prikað bóltin inn. Í støðuni sá út til, at Klæmint var hildin nakað aftur av norskum verjuleikara.

Klæmint: - Hevði nógvar kjansir eg skuldi skorað uppá

Norra hótti sjálvdan eftir 1-0 málið, men eftir stóra føroyska møguleikan í samband við hornasparkið fór luftin nakað úr føroyska liðnum. Møðin frá dystinum fríggjakvøldið og nógva orkan ið var løgd í at jagstra málið merktist, og eins og stutt eftir hálvleik vóru okkara menn heldur leysir, og hetta kostaði stutt fyri leiklok. Liðformaðurin hjá Norra slapp ov lætt at leggja innfyri úr høgru, Johnsen var aftur heldur fríur, men Teitur, sum annars spældi ein góðan dyst, noyðist helst at taka tað á sín kappa, tí hann burdi vart fyri stútaranum, ið ikki var serliga harður og kom mitt í málið. 

Teitur: Hevði ynskt at vit fingu okkurt stig

[object Object](2-0 málið kundi og burdið verið forað fyri av føroyska liðnum - Mynd: Jens Kr. Vang)

Eftir seinna málið hjá Noregi fór luftin úr dystinum, hóast at Føroyar komu til hálvar støður eftir hetta. Tá bríkslað varð fyri seinastu ferð, lýsti vónbrotið úr føroyingum og tað við góðari orsøk. Avrikið og mátin ið føroyingarnir spældu dystin uppá; hugburðurin ið varð vístur, og møguleikararnir ið Føroyar skaptu: Alt hetta kundi verið nóg mikið til at fáa stig í kvøld, og tað burdið tað helst eisini. Trupulleikin var tó eisini, sum tað hevur verið nevnt fyri: Kynisman í báðum brotsteiginum. Hon var aftur størri hjá mótsstøðuliðnum í dag, og nú hava føroyingarnir hava latið 12 mál inn í fýra dystum í hesari EM-undankappingini. Tað er ov nógv og aftur í dag vóru innleggini ein trupulleiki. Hetta var fyrsti dystur í ár uttan føroyskt mál, hóast eitt størri tal av upplagdum møguleikum enn vanligt.

Hallur: Fullkomiliga vilt at vit ikki fáa eitt mál

Klæmint áttu teir flestu av hesum, men hóast hetta ikki var dagurin frammanfyri málinum hjá 28-ára gamla rituvíkinginum, so prógvaði hann hesar dystirnar, at hann kann skora á landsliðnum, og at hann er til reiðar og er á rætta staðið, tá bólturin kemur inn í brotsteigin. Hóast støðan við 1-0 málið ikki var góð fyri Odmar, so er miðverjin vaksin við uppgávuni, nú hann spældi fjórða dystin á rað undir liðuni á Atla. Gilli Rólantsson kom í nógvar góðar støður; við m.a nógvum góðum yvirlappum, og dysturin prógvaði enn einaferð, at Brann-leikarin riggar sera væl á høgra bakki: Tvøramaðurin hevur verið millum teir allarbestu í hvørjum av teimum átta seinastu dystunum, har hann hevur spælt bakkur/vongbakkur. (Gilli: Stigini skulu nokk koma)

Hallur Hansson vísti eisini aftur sítt høga støðið, og seinastu tríggjar dystirnar, og serliga í kvøld hevur Brandur Hendriksson víst sínar sera góðu teknisku dygdir og sítt spælskil á miðvøllinum. Skaðin er nú langt burtur, og Brandur helt framúr væl uppá bóltin og flutt hann skilagott í allarflestu førum.

Brandur: Røvarí á alljósum degi

[object Object]
(Brandur Hendriksson vísti aftur hegni á bóltinum í kvøld - Mynd: Jens Kr. Vang)

Hóast tað kann berast fram, at seinastu tvær útskiftingarnar komu heldur seint, tí orkustøði fall stutt áðrenn 2-0 málið, so hava Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fingið reist landsliðið eftir vánaligu byrjanina uppá kappingina. Tað skal arbeiðast við støðunum í brotsteigunum, men nógvar jaligar taktir hava verið at sæð hesar báðar heimadystirnar, ið geva rímiliga góða vón til dystirnar í september, ið tó verða sera torførir (Svøríki, heima og Svøríki, úti)

Lars Olsen: - Kendu ikki okkara vitjunartíð

Til seinast skal Skansin nevnast, tí føroysku áskoðarnar aftanfyri málið við FSF-húsið vóru aftur frálíkir, og teir vóru við til at geva føroysku leikarunum góða hjálp - saman við einum næstan fullsettum Tórsvølli. 

[object Object]
(Skansin setti aftur góðan dám á í kvøld - Mynd: Jens Kr. Vang)

EM-undankapping - bólkur F, 4. umfar
Tórsvøllur, 10.06
Føroyar - Norra 0-2 (0-0)
'49 Bjørn Johnsen 0-1
'83 Bjørn Johnsen 0-2

Føroyar (4-4-1-1): Teitur Matras Gestsson, Gilli Rólantsson Sørensen  Atli Gregersen (L), Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar (69' Árni Frederiksberg), Brandur Hendriksson Olsen, Rógvi Baldvinsson, René Shaki Joensen (84' Heini Vatnsdal) - Hallur Hansson - Klæmint Andrasson Olsen (89' Patrik Johannesen)
Gul kort: Rógvi Baldvinsson og Gilli Rólantsson 

Norra (4-4-2): Andre Hansen (Rosenborg), Omar Elabdellaaoui (Olympiakos) (L), Havard Nordtveit (Fulham), Kristoffer Ajer (Celtic), Haitam Aleesami (Palermo) - Martin Ødegaard (Vitesse), Ole Selnaes (Shenzhen FC - 81' Frederik Midtsjø, AZ Alkmaar), Sander Berge (Genk), Markus Henriksen (Hull - 72' Stefan Johansen, Fulham), Tarik Elyounoussi (AIK - 58' Ola Kamara, Shenzhen FC ), Bjørn Johnsen (AZ Alkmaar) 

Bólkur F :

4. umfar: 
Spania - Svøríki 3-0 (0-0)
Malta - Rumenia 0-4 (0-3)

Spania 12
Svøríki 7
Rumenia 7
Norra 5
Malta 3
Føroyar 0 




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder