Fótbóltur

Kynisman á muni á Tórsvølli

Føroyingarnir høvdu møguleikarnar, men góða avrikið rakk ikki til stig móti Noregi.

Norra var omaná, tá samanumkom (Mynd: Jens Kr. Vang)

Norra var omaná, tá samanumkom (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-10 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar leiktu sín helst besta landsdyst síðani heystið 2016, tá norðmenn vóru á vitjan í kvøld. Talan var um fyrsta undankappingardystinum millum londini nakrantíð.

Í stuttum løtum vórðu føroyingar nakað trýstir aftur men langt frá í sama mun sum móti Spania. Føroyska liðið skapti eisini fleiri upplagdar møguleikar - í nógv størri mun enn vanligt er. Serliga var tað Klæmint Andrasson Olsen, ið var nær við, og hevði málskjúttin frá fríggjakvøldinum verið eitt sindur meira neyvir og heppin, so hevði hann fingið minst eitt mál. Allarstørsti møguleikan kom eftir frálíkt horna frá innskifta Árna Frederiksberg úr høgru, har Odmar Færø snittaði á stongina, og føroyingar síðani vóru nær við at prikað bóltin inn. Tá var støðan 1-0, og eitt stórt korter var eftir.

[object Object]
(Skansin var aftur framúr í kvøld - Mynd: Jens Kr. Vang)

Lagnunnar speisemi vildi tað soleiðis, at hetta er higartil einasti dystur í EM-undankappingini, sum Føroyar ikki hava skorað. Ístaðin var tað Bjørn Johnsen, ið avloysti Joshua King, ið ikki var 100 % klárir til uppgávuna, sum tvær ferðir í 2. hálvleiki stútaði bóltin í málið. Í báðum førum sluppu norðmenn ov lætt at leggja innfyri, og føroyingarnir vóru eisini ov leysir í uppdekningini í brotsteignum. 1-0 kom tíðliga í hálvleikinum, sum Norra kom nógv betri út til, og 2-0 málið kom smáar tíggju minuttir fyri leiklok, har føroyingar tyktust at mangla orku og yvirskot eftir at hava lagt trýst á Norra og havt yvirvág eina góða løtu.

Samanumtikið var nógv jaligt at taka við, men neyvleikin manglar í báðum brotsteiginum. Meira um dystin verður at lesa, hoyra og síggja skjótt. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder