2024-06-05 13:12
Í gjár spældu Føroyar og Grikkaland á Tòrsvølli. Hetta var 4. umfar í C-bólkinum í EM-undankappingini.
Tað endaði 0-2. Grikkaland skoraði tíðliga í dystinum og aftur í 78. minutti. Í báðum førum var talan um mál, ið føroyska liðið væl kundi vart seg fyri.
Málini síggjast omanfyri
Mynd: Sverri Egholm
Eftir fýra umfør í bólki eru Grikkaland og Montenegro fremst við 10 stigum í part. Føroyar hava 3 stig, meðan Andorra er aftast við ongum stigi. Fríggjadagin 12. juli taka Føroyar ímóti Montenegro.
Les eisini: Grikkaland hevði munin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald