Hondbóltur

Hæddarpunkt: Hákun skoraði fimm mál í avgerandi sigri í Aalborg

Føroyingurin stóð seg aftur væl móti Niklas Landin, tá Füchse Berlin tryggjaði sær 1. plássið í Champions League-bólkinum. Vongurin var næstbesti málskjútti - sí eitt flott mál her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-05 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hákun West av Teigum var flúgvandi móti Aalborg Håndbol í fjórðingsfinalunum í fjør, og aftur í ár mugu Niklas Landin og hinir hjá Aalborg sanna, at tað eru knotir í føroyska høgra vonginum.

Liðini eru í bólki saman í Champions League-bólki A. Næstseinasta umfar var á skránni í gjárkvøldið, og Füchse Berlin og Aalborg spældu avgerandi dyst um 1. plássið  í Gigantium í Aalborg.

Har var týska meistaraliðið omaná, og vann við fýra málum. 

Hákun West av Teigum stóð seg væl í 35-31 dystinum. Føroyski høgri vongurin skoraði fimm ferðir upp á seks skot. 

[object Object]

Ta eina brenda skotið var ein stórbjarging hjá Niklasi Landin, har Hákun annars var púra fríur. 

Hetta sæst á 0.45 ovast ella á youtube-síðuni hjá Euro Handball

Beint aftaná - eftir ein minutt - sæst tó eitt frálíkt mál frá nummar 34 spiskt úr høgra horni. 23-ára gamli føroyingurin basti roynda danska klassamálverjanum við einum høggi upp í longra málhorn.

Hetta var í seinastu sekundunum í 1. hálvleiki, har Hákun West av Teigum tryggjaði Füchse eina eitt-máls leiðslu til steðgin.

Füchse Berlin var í Champions Leagu-finaluni í fjør, og er aftur í fjórðingsfinalunum. Sí hæddarpunkt frá bólkafinaluni ovast.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder