Fótbóltur

Hæddarpunktuni frá NSÍ-niðurtúrinum í Helsinki

HJK skoraði fimm ferðir, eftir at NSÍ fekk reytt kort. Harvið varð alt vent á høvdið: Finska stórfelagið fór víðari í Conference League, og NSÍ varð sent úr kappingini í longdu leiktíðini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-18 08:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undir tekstinum (caption) "17.7.2025 - Don't stop believing" hevur HJK Helsinki lagt videobrotið, sum sæst omanfyri út.

Tað sæst eisini her

Talan er um hæddarpunktini frá øðiligu vendini í Helsinki, har seinni partur av uppgerðini millum NSÍ og HJK var: Eitt dapurt kvøld fyri NSÍ og føroyskan fótbólt men serstakt fyri størsta finska felagið.

Reyða kortið tíðliga í dystinum - sum ikki sæst í brotunum - sá heldur bíligt út, men dómarin nýtti regulin um "aftasta mann" móti Fabian Ness.

Síðani hevði HJH risa leikliga yvirvág og skoraði fimm mál.

Tað sum teir í NSÍ-leguni nú serliga munnu iðra seg um, eru málini ið komu í 2. hálvleiki av vanligu leiktíðini: Eitt tilvildarligt mál eftir hornaspark, eitt málmansdropp og ein stútari í yvirtíðini eftir vantandi uppdekking gjørdu, at tað varð longd leiktíð í Helsinki.

UEFA Conference League - 1. umfar
Seinni dysturin, hósdagin 17. juli
HJK - NSÍ 5-0 (4-0 eftir vanliga leiktíð)
 5-4 samanlagt 
19' Lucas Lingman 1-0
53' Alexander Ring 2-0
79' Santeri Hostikka 3-0
90 (+4)' Giorgos Antzoulas 4-0
93 (longd leiktíð)' Santeri Hostikka 5-0

Reytt kort: Fabian Ness (15') - beinleiðis reytt kort

Sí meira um dystin her

NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen

Hesir komu inn: Henrik Olav Holten Olsen, Hassou Diaby og Beinir Nolsøe

Les eisini: Alt fór fyri mutur og skutur hjá NSÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder