Fótbóltur

Håkan: - Eg fari at seta meg í samband við Árna

Hetta váttar A-landsliðsvenjarin fyri svenskum miðli eftir sigurin hjá KÍ í gjár, sum hann skýrir næstan ótrúligan. Tvímálsskjúttin hevur gjørt, at KÍ hevur góðan møguleika móti Molde, staðfestir Håkan Ericson.

Fer Árni Frederiksberg at fegnast um mál fyri landsliðið á Tórsvølli í framtíðini? Um tað stendur til Håkan Ericson, so ja: - Eg noyðist at royna aftur, sigur landsliðsvenjarin, ið heldur KÍ nú hava góðan møguleika at spæla seg víðari móti Molde (Mynd: Sverri Egholm)

Fer Árni Frederiksberg at fegnast um mál fyri landsliðið á Tórsvølli í framtíðini? Um tað stendur til Håkan Ericson, so ja: - Eg noyðist at royna aftur, sigur landsliðsvenjarin, ið heldur KÍ nú hava góðan møguleika at spæla seg víðari móti Molde (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-09 09:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fimm Champions League-dystir í summar, seks mál og tvey upplegg. Hesi flottu hagtølini eigur Árni Frederiksberg, sum hevur verið beinleiðis við í øllum KÍ- málunum í kappingini. Saman við KÍ hevur hann ikki tapt nakran dyst móti ungarsku, svensku ella norsku meistarunum.

Tað vóru teir síðstnevndu, ið vitjaðu Tórsvøll í gjárkvøldið, og hóast Molde legði seg á odda, so fingu teir stríðsviljan hjá KÍ og góðskuna hjá serliga nummar 7 at føla. Árni skoraði tvey frálík mál – eitt ógvuliga snilt og frekt við vinstra beini til 1-1, og avgerandi málið høgdi hann upp undir nettakið við “kalda” høgra beininum eftir góða renning og temjing seint í dystinum.

[object Object]
Árni Frederiksberg hevur lumpa Molde-málverjan, og so er 1-1. Håkan Ericson tosaði um málini og um møguligt Árna-comeback við Aftonbladet (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Árni Frederiksberg er 31 ára-gamal og hevur 11 A-landsdystir á baki. Seinastu árini hevur glyvramaðurin raðfest onnur ting (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
(Video) Árni: - Kanska eg skuldi øsast upp
(Video) Magne Hoseth: - Alt sum Árni nertir við blívur til gull
Her sæst tú málini frá KÍ-Molde
Árni skein sum ongin annar á Tórsvølli í kvøld

Stóru avrikini hjá 31-ára gomla vonginum í Champions League hava fingið mong at seta spurnartekin við, um tað ikki er uppá tíðina; ella nærum krevja at Árni Frederiksberg burdi farið í landsliðssblusuna aftur. Her er bæði talan um fólk ymsastaðni á sosialu miðlunum og frásøgufólk/viðmerkjarar í sjónvarpi og aðrastaðni.

Hetta ætlar Håkan Ericson at taka til eftirtektar og at arbeiða við. Tað avdúkaði hann fyri svenska Aftonbladet seint í gjárkvøldið. Ikki tí at tað kanska nærkast einum slagi av fólkakravi, men tí at Árni Frederiksberg er so sannførandi á stóra pallinum

- Hann tykist at hava havt eina góða balansu í fótbóltinum seinastu árini við stimbran úr yrkisslívi sínum annars, og tað sæst týðiligt í hansara avriki og verumáta.

Fert tú at royna at yvirtala hann til at venda aftur til landsliðið ?

- Eg fari at seta meg í samband við hann. Tá hann avrikar á slíkan hátt og er í slíkum formi, so má eg bara royna.

Hetta staðfestir A-landsliðsvenjari fyri svenska miðlinum – sama miðli sum Håkan Ericson undan seinna dystinum móti Håcken greiddi frá at Árni Frederiksberg fyri nøkrum árum síðani hevði valt landsliðið frá fyri at m.a. hugsavna seg um annað yrki. Hetta hevur skapandi vongurin hildið fast í. Spurningurin er so, um royndi glyvramaðurin nú fer at freistast at taka av tilboð landsliðsvenjarans

Stórt trýst á Molde – svensk feløg kunnu hyggja til Føroyar

- Tað er heilt uttan samanbering, tað sum KÍ nú avrikar – man hevur jú eisini spælaran sum er toppskjútti í evropeiskum fótbólti í summar

Håkan Ericson gav KÍ ein áleið 20 prosent møguleika at koma víðari móti H
äcken móti tveimum vikum síðani. Landsliðsvenjarin fegnast og stórrósar avrikunum, ið hann skýrir nærum heilt ótrúlig. Tá svenska Aftonbladet spyr hann, um føroyameistararnir eisini fara at sláa Molde út, svarar Håkan Ericson soleiðis:

- KÍ hevur ein stóran møguleika at gera tað. Trýstið á Molde er risastórt nú.

[object Object]
Håkan Ericson tekur saman um ósambarliga flottu avrikini hjá KÍ - hann vil gjarna hava møguleikan at kunngerða Árna Frederiksberg sum landsliðsspælara (Mynd: Sverri Egholm)

Til seinast staðfestir sviin, at hjá liðum úr bestu svensku deildin er nakað at heinta i í Føroyum:

- Feløg í Allsvenskan nýtast ikki at hyggja til hina síðuna á jørðini, ella til dømis Ísland, fyri at fáa spælarar. Tað er “nógv” at heinta í Føroyum.

Håkan Ericson avdúkaði fyri kortum tað, sum gitingar hava verið frammi um í Føroyum: At hann hevur fingið bjóðað nýggjan sáttmála frá FSF. Sannlíkt er, at sviin heldur fram - spurningurin er so, um 31-ára gamli KÍ spælarin av Glvyrum, stjórin á Kjølbro Heilsølu við 11 A-landsdystum á baki, verður at síggja á A-landsliðnum aftur skjótt eftir fýra-ára støðg.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder