Fótbóltur

Árni skein sum ongin annar á Tórsvølli í kvøld

Hóast tað var eitt gott og sterkt liðavrik, so var tað bóltsnillingurin úr Saltangará, sum stjól myndina. Skjeyt bæði málini í 2-1 sigrinum.

Beint eftir at vera jarðlagdur - merkið sæst á enninum - gjørdi Árni Frederiksberg bart, og skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

Beint eftir at vera jarðlagdur - merkið sæst á enninum - gjørdi Árni Frederiksberg bart, og skoraði (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-08 21:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Árni Frederiksberg er tann heilt stóra stjørnan í føroyskum fótbólti fyri tíðina.

31 ára gamli bóltsnillingurin úr Saltangará, sum bert hevur spælt 11 landsdystir fyri Føroyar, hin sesinasta í 2019, var heilt stóra upplivilsið á Tórsvølli í kvøld, tá KÍ vann 2-1 á norsku meistarunum úr Molde.

Við miklari orku, bóltsnildni, spælforstáilsi og máltevi skein hann meira enn nakar annar á vøllinum í kvøld. Tað var altjóða klassi yvir honum.

Les umrøðu av fyrra hálvleiki: Onki mál í Gundadali enn

Molde kom annars út sum eitt óløgi til annan hálvleik, eftir málleysa fyrra hálvleikin. Nógv meira ágangandi, og tað vóru KÍ’ararnir, sum máttu renna aftaná.

Hetta gav úrslit longu eftir tveir minuttir, tá norski liðskiparin Magnus Wolf Eikrem knappliga varð spældur púra fríur undir málinum í høgru síðu og skoraði til 0-1.

[object Object]

KÍ kom fyri seg aftur

Hesa løtuna sá onki út hjá KÍ, sum hevði trupulleikar við skjótu norsku spælarunum.

Men klaksvíkingarnir kláraðu at koma fyri seg aftur. Spælið var hart og kontant við nógvum frísparkum á miðjum vølli frá báðum síðum.

Í 63. minutti varð eitt slíkt gjørt móti Árna Frederiksberg, sum varð saksaður niður, ja, nærum uttan fyri síðulinjuna í høgru.

Hann lá eina løtu,  men megnaði – hóast stórt reytt merki á enninum – at reisa seg aftur. Hann skuldi sjálvur taka frísparkið. Varð illa órógvaður frá norska útskiftingartbeinkinum. Legði frísparkið út í hina síðuna og rann frameftir. Fekk bóltin aftur úti í høgru síðu,  heilt úti við hornið á brotssparksteiginum, har hann snýtti sín mótstøðumann so snildisliga, at hann datt.

Árni hugdi upp, sá ein møguleika, og setti vinstra bein á bóltin og legði hann dygst út við høgra málstólpa til 1-1. Norski málmaðurin hevði ongan møguleika.

Nú var aftur javnt, og vit fyrireikaðu okkum upp á, at KÍ enn eiaferð skuldi til útidyst við einum javnleiki í viðførinum.

Men Árni Frederiksberg hevði eina aðra ætlan. Í 85. minutti fekk Sivert Gussiås, sum varð skiftur inn, bóltin í framlopi á miðjum vølli. Árni Frederiksberg rann við úti í høgru. Ódekkaður. Fekk bóltin frá Sivert, og ja, so var bara at seta bóltin í netið.

[object Object]

Rómurin á Tórsvølli var øgiligur.

KÍ hevur enn einaferð framt eitt megnarúrslit í evropeiskum fótbólti. Norsku meistararnir fara skakaðir heim, og skulu leita djúpt fyri at finna loysnirnar móti klaksvíkingum, áðrenn liðini skulu møtast aftur á Aker Stadion í Molde um eina viku.

Ævintýrið hjá klaksvíkingum livir enn.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder