Fótbóltur

Video: - Møta einum liði sum er nógv betri enn vit

- Tá man ikki kemur til ein málmøguleika, er tað trupult at vinna fótbóltssdystir. Landsliðsvenjarin sigur, at verjan eisini fellur ov djúpt í nøkrum førum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-17 23:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Landsliðsvenjarin hjá Føroyum staðfestir, at stórur munur var á Tórsvølli í kvøld. Sviin helt annars, at liðið hjá sær var rímiliga væl skipað fyrsta tíman, men at í summum førum fall man ov djúpt, og at málini ímóti vóru heldur løtt.

Hesa ferð stoyta Føroyar so at siga slett ikki aftur og koma til skot móti sterkari mótstøðu á Tórsvølli. Hóast avrikið er betri enn í venjingardystinum í Kekkia í november, so eru kekkar bara nógv betri aftur í kvøld, viðurkennir Håkan Ericson.

Spurdur um tað er ein vansi, at so nógvir spælarar til dagliga spæla í føroysku kappingini, sigur venjarin beinanvegin, at hann ikki vil finna umberingar ella peika fingrar eftir Betrideildini. Tó endurtekur Håkan Ericson, at ynskiligt hevði verið, um fleiri spælarar høvdu verið yrkisspælarar uttanfyri landoddarnar, og at føroyska kappingin hevði eitt endaspæl, so at ovaru liðini spældu oftari móti hvørjum øðrum.

Til seinast segði venjarin, at nú skuldu teir í toyminum gjølla hyggja eftir hesum dystinum, hvat gekk galið, og hvussu man reisir seg til týskvøldið móti Albania - bæði fysiskt, mentalt og taktiskt.

Undankappingin til EM 2024 - Bólkur E, 3. umfar
Tórsvøllur, leygardagin 17.06

Føroyar - Kekkia 0-3 (0-2)
15' Ladislav Krejc 0-1
44' Vaclav Cerny 0-2
75' Vaclav Cerny 0-3

Sí eisini:
Sølvi Vatnhamar: Vit bíta slett ikki frá okkum í dag
Viljormur Davidsen: Standa bara og taka ímóti og megna ikki at halda uppá bóltin

Myndir: Føroyar - Kekkia
Eingi skot og eingin spenningur móti kekkum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder