Fótbóltur

Einki skot og als eingin spenningur móti kekkum

Útiliðið var greitt omaná á øllum økjum á Tórsvølli í dag, har føroyska liðið lítið og einki fekk at hanga saman. Tað endaði 0-3, og føroyska liðið hevði ikki ein málmøguleika.

Føroyska liðið tyktiskt allan dystin at vera minst eitt fet aftanfyri gestirnar úr Kekkia (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyska liðið tyktiskt allan dystin at vera minst eitt fet aftanfyri gestirnar úr Kekkia (Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-06-17 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist eingin summarveitsla við føroyska A-landsliðnum við monnum í kvøld - so langt frá. Til tað vóru kekkar ov góðir, og okkara maktaðu ov lítið samanlagt. Skansin og føroyska liðið royndu at stríðast, men 2.000 setur vóru tóm, og eftir 0-2 málið fyri steðgin var tað ikki nær mæmind við at koma spenningur í um úrslitið.

Føroyar hava javnan staðið seg væl á heimavølli móti væl sterkari tjóðum, og sanniliga eisini undir verandi venjaratoymi. Hetta líktist tó ikki Føroyum - Skotlandi ella Føroyum - Danmark men meira dystinum móti Ísrael, sum eisini var í 2021 (0-4). Klassamunur sást - serliga í førleikunum við bóltinum men eisini í ymiskum í tí fysisika - og eitt ávíst máttloysi lá yvir føroyska liðnum í pørtum av dystinum.

Hetta var serliga galdandi í fyrra hálvleiki. Vaclav Cerny hevði fyri stegðin fingið alt ov nógv pláss uttanfyri føroyska brotsteigin, og Teitur Matras Gestsson rakk ikki eftir skotinum, sum fór í longra máhorn. Ein nøkulunda líknandi støða var, tá eitt korter var eftir. Føroyska verjan var ikki nóg ágangandi, og Cerny sló aftur til.

Ein góð mynd uppá dystin. Føroyingarnir royndu leingi at verja fyri støðuni kring málið, men vóru minst eitt fet aftanfyri, og so endaði bólturin í netinum.

Kekkia kundi skora okkurt mál afturat: Teitur hevði eina stórbjarging, og nakrar ferðir komu okkara verjuspælarar fyri í síðstu løtu. Annars eydnaðist verjuparturin ikki nóg væl, og í álopsspælinum var lítið og einki bit i. Nakað frægari gjørdist tað, tá Jóan Símun Edmundsson avloysti Petur Knudsen sum fremsta mann. Toftamaðurin fekk, í sínum fyrsta kappingardysti í nærum níggju mánaðir, hildið í bóltinum og flutt hann væl nakrar ferðir, og miðskeiðis í seinna hálvleiki breytt hann ígjøgnum við góðum tekniskum førleikum og vilja.

Kekkar komu fyri í evstu løtu, áðrenn skot kom á, og tveir minuttir seinni, tá Føroyar vunnu bóltin høgt, varð sendingin frá Jákupi Biskopstø Andreasen til Gilla Rólantsson Sørensen júst ov óneyv. Føroyingar vóru ov óneyvir í dag og høvdu ikki eitt tað einast eitt skot móti kekkiska málinum - á heimavølli. Tað er ov vánligt.

Jóannes Bjartalið, ið var aftur á liðnum, og hinir meira álopskendu spælararnir fingu ikki skapt nakað. Staðfestast má at munurin á hvar spælararnir á teimum báðum liðunum til dagliga spæla veruliga sást í dag.

Føroyar spæla aftur á Tórsvølli týskvøldið. Tá vitjar Albania, ið er styrkismett lægri enn Kekkia, men omanfyri føroyska liðið.


Undankappingin til EM 2024 - Bólkur E, 3. umfar
Tórsvøllur, leygardagin 17.06

Føroyar - Kekkia 0-3 (0-2)
15' Ladislav Krejc 0-1
44' Vaclav Cerny 0-2
75' Vaclav Cerny 0-3

Áskoðaratal: 3,200

Herber til at lesa meira um fyrra hálvleik - millum annað um 1-0 málið eftri stutt hornaspark, har talan var um føroyskt uppmerksemi, og at Odmar Færø ikki dekkaði nóg væl upp

Føroyar (5-4-1): Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen (83' Hannes Agnarsson), Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen (L) - Jóannes Bjartalíð (58' Hanus Sørensen), René Shaki Joensen, Jákup Biskopstø Andreasen (83' Rógvi Baldvinsson) , Sølvi Vatnhamar (83' Stefan Radosavljevic)  - Petur Knudsen. (58' Jóan Símun Edmundsson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder