Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal byrja undankappingina til HM-endaspælið 2022 við trimum dystum á útivølli.
Lagt verður fyri ímóti Moldova hósdagin 25. mars. Tríggjar dagar seinni - sunnudagin 28. mars - verður spælt á Ernst-Happel stadion í Wien í Eysturríki, og mikudagin 31. mars spæla Skottland og Føroyar á Hampden Park í Glasgow.
Tað verður fyrstu ferð, at Føroyar skulu spæla móti Moldova á A-landsliðsstøði. Eysturríki og Skotlandi eru ikki ókend mótsstøðulið ígjøgnum søguna, og nøkur heilt góð úrslit eru komin í hús ímóti teimum - tó ikki á útivølli.
Til hesar uppgávur skal ein hópur jú takast út, og øll nøvnini koma uppá pláss heilt skjótt. Mánadagin 15. mars klokkan 10:00 fer Håkan Ericson at kunngera hópin. Hetta verður fyrsta undankapping hjá A-landsliðsvenjararnum, ið hevur seks Nations League-dystir, umframt tveir venjingardystir, frá í heyst á baki í starvinum.
Rógvi Baldvinsson (t.v) og Jóan Símun Edmundsson (mitt í) kunnu verða raktir av sóttarhaldsreglum (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er ikki vist, at allir leikararnir, ið til dagliga spæla í útlondum eru tøkir. Íhvussu er ikki teir í Noreg. Har eru fimm leikarar - Gilli Rólantsson, Rógvi Baldvindsson, Meinhard Olsen, Patrik Johannesen og Ári Mohr Jónsson - ið allir vóru fastir í heyst. Eisini er ivamál við Jóan Símuni Edmundssyni, sum hevur heimstað í Týsklandi. Orsøkin er strongu krøvini um sóttarhald í hesum londum, og tí er ivasamt, um feløgini vilja leysgeva leikararnar til uppgávurnar á landsliðnum.
Portalurin hevur fingið upplýst frá FSF, at hetta er eitt ivamál í løtuni, men at væntað verður, at allir vera tøkir. Ein fráboðan kemur um hetta skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald