
Brandur Hendriksson spælir til dagliga í Helsingborg i Allsvenskan. Skálvíkingurin í svenskum fótbólti skal í morgin spæla sín landsdyst nummar 35 og var í dag við á tíðindafundinum, sum var í FSF-húsinum beint áðrenn venjingina hjá Føroyum. Vit spurdu Håkan Erikson, hvussu hann samskiftur við Brand og hinar leikararnar:
- Vit hava higartil hildið okkum til enskt, ið tað mesta gongur fyri seg á. Tað er umráðandi, at man roynir at vera so týðiligur sum gjørligt, tá vit samskifta og í fyrstu syftu hava vit valt enskt. Tað kann tó vera, at skifta meira yvir til svenskt ella "blandinaviskt" sum tíðin gongur, segði landsliðsvenjarin
Brandur Hendriksson Olsen til tíðindafundin.
Til spurning á enskum, sum var fyri UEFA, um heildarmyndina, segði Håkan Ericson soleiðis:
- Vit eru væl fyri tekniskt, sterkir tekniskt og arbeiða sera hart. Yvirraskaður. Arbeiði yvir fýra ár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald