Hákun West av Teigum hevur nakrar mánaðir eftir í danska felagnum og vónandi fleiri evropeiskar dystir. Í gjárkvøldið syrgdu hann og liðfelagirnir í fyri góðum útgansstøði við útisigri í fyrru áttandapartsfinaluni í European League.
Skanderborg Aarhus var ikki favorittur móti Granollers men var á odda heili 12-20 í steðginum í katalanska býnum.
Heimaliðið var tó omaná eftir steðgin, og munurin minkaði við seks málum, tá samanumkom. Hóast ein lakari seinna hálvleik, kunnu Hákun og hini vera nøgdir við at vinna í Spania. Endaliga úrslitið gjørdist 32-34.
Hákun gjørdi bart, og hoyvíkingurin skoraði - eins og í heimadystinum móti Rumenia herfyri - uppá 90 prosent av sínum mongu skotum (Mynd: Sverri Egholm)
Granollers var mettur at vera favoritturin undan uppgerðini, men níggju mál frá Hákuni West av Teigum vóru við til at senda sigurin til Skanderborg Aarhus.
Sambært hagtølunum skoraði Hákun uppá níggju útav sínum tíggju skotum, og gjørdist 21-ára gamli hoyvíkingurin toppskjútti í dystinum. Hann var í desember kosin bestu ungi høgri vongur í heiminum, og er hann ein týðandi brikkur á føroyska A-landsliðnum, sum síðst í apríl skal spæla avgerandi dystir í EM-undankappingini.
Seinni dysturin millum Skanderborg Aarhus og Granollers verður nú týskvøldið 28. mars í Danmark. Har fellur avgerðin um, hvat lið kemur í fjórðingsfinaluna í næstbestu evropeisku kappingini fyri lið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald