
Mathias Gidsel og málverjin Lasse Ludwig spældu heilt væl, tá Füchse Berlin seinnapartin vann 40-35 í undirhaldandi uppgerðini við HSV Hamburg á heimavølli.
Føroyski høgri vongurin hjá týska høvuðsstaðarfelagnum spældi fullan dyst. Hákun West av Teigum fekk tó ongan bólt út á vongin í álopsspælinum hjá Fücshe, sum fleyt heilt væl. 23-ára gamli hoyvíkingurin fekk tó bóltin í einari kontrastøðu og skoraði púra trygt: Eitt skot og eitt mál.
Tvey týðandi stig og "revarnir" eru aftur á 1. plássi, nú tíggju umfør eru eftir av Bundesliguni.
Kapprenna saman liðnum hjá Vilhelm Poulsen
Skaðin í lærkrikanum hjá Vilhelmi Poulsen ger, at hann framvegis ikki er aftur á vøllinum - í øllum førum ikki til dystir. Harvið hugdi 25-ára gamli hoyvíkingurin aftur at, tá Hannover-Burgforf í fyrsta dystinum í umfarinum vann greitt á Bietigheim.
Harvið eru Fücshe Berlin og Hannover eisini jøvn í stigum eftir hetta umfarið. Liðið hjá Hákuni West av Teigum er tó betri, hvat málúrttøku og innanhýsis dystir viðvíkur.
Oddastríðið í løtuni:
1. Füchse Berlin 39 stig (Hákun West av Teigum) *
2. TSV Hannover-Burgdorf 39 stig (Vilhelm Poulsen) *
---------------------------------------------------------------
3. MT Melsungen 38 stig
4. THW Kiel 34 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu)
5. Flensburg-Handewitt (Jóhan á Plógv Hansen) 33 stig
Bert tvey tey fremstu plássini geva atgongd til Champions League næsta ár. Hetta er 23. umfar av 34.
Kiel og Flensburg fyri dýrum ósigrum
Melsungen er beint í hølunum á Fücshe Berlin og Hannover-Burgdorf. Liðið var annars í trupulleikum og uttan skadda Aaron Mensing í heimadystinum móti Kiel í gjár, men eftir eina góða byrjan hjá útiliðnum byrjaði tað at ganga niðureftir hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og hinum.
Júst Elias byrjaði væl - við tveimum flottum málum og tveimum góðum uppleggum fyrstu tíggju minuttirnar, har Kiel legði seg á odda. Men harfrá komu brend skot, mistøk og sum heild ógvuliga hakkut álopsspæl hjá Kiel. Saknur var í skadda Emil Madsen, og sterka Melsungen-verjan og Nebojsa Simic í málinum gjørdu bart. So líðandi vann Melsungen sær fyrimunin og vann lykladystin og verjustríðið 27-22.
Eftir góðu upplivingina við landsliðnum fyrr í mánaðinum hevur Elias á Skipagøtu nú verið við til tvey tung tap hjá Kiel (Mynd: Sverri Egholm)
Elias á Skipagøtu skoraði fýra mál og brendi seks skot í dýra tapinum. Nú er Kiel fimm stig frá topp-tvey, sum gevur Champions League-pláss næsta ár. Bæði Kiel og Flensburg eru uttanfyri Champions League í ár, og soleiðis sær eisini út at verða næsta ár.
Flensburg vann síðsta vikuskifti á arvafíggindunum, men tað eydnaðist ikki at vinna í Lemgo í gjár. Jóhan á Plógv Hansen skoraði annars uppá bæði síni skot.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald