Fótbóltur

Hákun skal aftur spæla í Betrideildini

ÍF boðar í morgun frá, at miðvallarin av Toftum hevur heimavøll í Fuglafirði í 2020. Hann hevur verið skaddur í áleið tvey ár.

Hákun Edmundsson og Georges Rouah, formaður í ÍF (Mynd: if.fo)

Hákun Edmundsson og Georges Rouah, formaður í ÍF (Mynd: if.fo)

2020-02-15 10:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skuldi spæla fyri KÍ í 2018, men ein skaði hann fekk í lærkrikanum í venjingardysti fyri tveimum árum hevur hildið honum úti síðani. Seinast hann spældi ein kappingardyst var 21. Oktober í 2017.

Nú 23-ára gamli Hákun Edmundsson hevur síðani verið til nógvar ymiskar viðgerðir og vant hart uppaftur. Tað var í fjør, at miðvallarin varð skurðviðgjørdur, og hetta eydnaðist væl. So væl at hann nú venur aftur og kann spæla í komandi kappingarárið.

Hákun var hjálparvenjari hjá barndómsfelagnum ein part av 2019, og tað lá í kortinum, at hann fór at byrja aftur at spæla við B68. Nú er tað tó greitt, at ÍF fær ágóðan av fyrrverandi liðformanninum á U21-lansliðnum-

ÍF boðar fyrrapartin frá, at Hákun Edmundsson hevur skrivað undir sáttmála við felagið, ið er galdandi fyri 2020.

Hákun hevur áður eisini spælt fyri NSÍ og Skála, umframt Vendsyssel í Danmark.
ÍF fer í næstum á venjingarlegu í Turkalandi, og hópurin er ikki heilt endaligur enn. Bogi Løkin ger helst eisini sáttmála í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder