Hondbóltur

Hákun um HM-fjórðingsfinalu: - Nú gleða vit okkum

- Sjálvandi er tað altíð ting, sum vit kunnu gera betur, staðfestir Hákun West av Teium eftir 33-27 sigurin á Brasil í kvøld. Høgri vongurin skoraði 10 mál og fegnast um meira hvíld næstu dagarnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-06-25 20:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava Portugal á skránni í morgin, men tann dysturin merkir ikki nakað beinleiðis hvar víðari luttøku viðvíkur - uttan so at tað ávirkar, hvørjum vit møta.

Tað bendir á, at tað verður Ísland, Serbia ella Egyptaland, ið Føroyar skulu møta. 

Hoyr Hákun West av Teigum seta orð á dystin móti Brasil, hvat skal arbeiðast við, og tað at nú hava eina HM-fjórðingsfinalu at hyggja fram ímóti.

Sí eisini: 
Føroyar-skulu spæla HM-fjórðingsfinalu
Myndir: Føroyar - Brasil

U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II
Hannover - í dag 25. juni

Portugal - Spania 33-31 (19-20)

Føroyar - Brasil 33-27 (16-13)

Støðan í bólkinum - eitt umfar eftir:
Portugal 4 stig (Ein dyst fleiri)
Føroyar 4 stig
Spania 0 stig (Ein dyst fleiri)
Brasil 0 stig 

Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 6-6
15 min: 8-8
20 min: 11-9
25 min: 13-11

35 min: 20-16
40 min: 21-18
45 min: 23-21
50 min: 27-23
55 min: 29-25

Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (3) - Dagsins spælari
Hákun West av Teigum 10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder