Føroysku U21-dreingirnir hava skrivað ítróttar- og hondbóltssøgu. Teir verða millum tey síðstu átta liðini í HM- endaspælinum - so langt hevur eitt føroyskt hondbóltslið ongantíð spælt seg í so stórari kapping.
Munurin tá samanumkom varð tvífaldaður, í mun til hálvleiksstøðuna, men Brasil vildi ongantíð leggja seg, og tað varð kroyst og tætt til tíðir. Elias Ellefsen á Skipagøtu tók tó risastóra ábyrgd í føroyska álopsspælinum, Hákun West av Teigum var sum heild tryggur av høgra vongi, og aðrir stemplaðu inn tey røttu tíðspunktini.
Verjan stóð nóg mikið ímóti, og móti endanum kom Alesandar Lacok inn og stongdi.
Føroyar og Portugal spæla í morgin bólkafinalu. Ísland er millum møguligu mótstøðuliðini í fjórðingsfinaluni í Hannover.
Nógv meira seinni - tillukku Føroyar. Tøl frá dystinum niðanfyri
Til tíðir stóð á...
Men føroysku áskoðarnir, ið hoyrdust væl, fingu nakað at fegnast um (Mynd: Sverri Egholm)
U21 HM høvuðsumfarið - bólkur II
Hannover - í dag 25. juni
Føroyar - Brasil 33-27 (16-13)
Portugal - Spania 33-31 (19-20)
Støðan í bólkinum - eitt umfar eftir:
Portugal 4 stig *
Føroyar 4 stig *
Spania 0 stig
Brasil 0 stig
* Víðari
Dystargongdin:
5 min: 4-3
10 min: 6-6
15 min: 8-8
20 min: 11-9
25 min: 13-11
35 min: 20-16
40 min: 21-18
45 min: 23-21
50 min: 27-23
55 min: 29-25
Føroyskir málskjúttar:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 13 (3) - Dagsins spælari
Hákun West av Teigum 10
Ísak Vedelsbøl 3
Janus Dam Djurhuus 2
Rói Ellefsen á Skipagøtu 2
Kristoffur Bjørgvin 1
Pauli Mittún 1
Aleksandar Sasha Lacok 1
Skoteffetktivitetur (mál/skot): 33/50 = 66 prosent
Upplegg:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10
Pauli Mittún 4
Kristoffur Bjørgvin 2
Janus Dam Djurhuus 1
Sveinur Olafsson 1
Pauli Jacobsen 1
Rói Ellefsen á Skipagøtu 1
Ísak Vedelsbøl 1
Bjargingar:
Pauli Jacobsen 11/36 = 31 prosent
Aleksandar Sasha Lacok 3/5 = 60 prosent
Tekniskar villur:
Føroyar: 6
Brasil: 8
Útvísingar:
Føroyar: 1
Brasil: 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald