Hákun West av Teigum varð í kvøld kosin sum ársins ítróttarnavn 2022. Tað bleiv hann á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum.
Høvuðspersónurin kundi av góðum grundum ikki vera til staðar, tí hann spælir hondbólt í Danmark, men mamma hansara, Hallbera West, tók ímótu heirðinum sum Aksel V. Johannesen, løgmaður, handaði.
Mamma Hákun, Hallbera West, tók ímóti heiðrinum (Mynd: Sverri Egholm)
Hákun West av Teigum visti tó av hesum, tí á jólum tók løgmaður hann á bóli og gav honum boðini.
Um Hákun verður skrivað soleiðis:
Kappingarárið 2021/22 fekk Hákun sítt gjøgnumbrot í fremstu deildini í Danmark við liði sínum, Skanderborg, har Hákun er yrkisleikari. Leikluturin hjá Hákuni er blivin alsamt størri og hann er nú greitt fyrstaval á høgra vongi.
Í januar mánaði var Hákun við 16 málum toppskjútti, tá ið føroyska A-landsliði hjá monnum á heimavølli á Hálsi spældi seg víðari úr bólkaspælinum í undankappingini til HM2023.
Í summar var Hákun við U02-landsliðnum í M20 EURO (EM-endaspælið) í Porto í Portugal ogHákun var við sínum 39 málum í seks dystum greiður toppskjútti á føroyska liðnum. Føroyar vunnu fýra dystir, m.a. móti Danmark og Noregi.
Í november rakk Hákun enn einum tindi, tá ið tað var kunngjørt, at hann hevur gjørt trý ára sáttmála við oddaliðið í týsku Bundesliguni, Füchse Berlin, har hann skal avloysa danska landsliðsspælaran, Hans Lindberg, ið telist millum bestu høgru vengur nakrantíð yvirhøvur.
Í desember kunngjørdi stóra altjóða hondbóltssíðan, Handball-Planet.com, at lesarar hennara høvdu valt Hákun West av Teigum til besta høgra vong í heiminum undir 23 ára aldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald