Hósdagin fekk føroyingurin ikki bóltin eina einastu ferð, so at hann kundi koma til skot í Champions League-sigrinum móti Sporting CP.
Í dag var søgan ein heilt onnur, tá Hákun West av Teigum og Füchse Berlin vitjaðu í Mannheim, har Rhein-Neckar Löwen tók ímói.
Føroyinguin byrjaði ikki serliga væl. Gamaní var fyrsta skotið ógvuliga spískt, men tí bjargaði týski landsliðsmálverjin, David Späth. Løtu seinni gjørdi Hákun yvirtrakk, tá hann annars hevði gott pláss í kontrastøðu.
Men síðani nummar 17 hjá Füchse í gongd. Hann skoraði nøkur góð og týðandi mal móti Späth - dysturin var ógvuliga tættur leingi.
Hákun West av Teigum er skrásettur fyi eitt brent skot afturat, men tað var, tá hann kastaði seg inn á ein returbólt, so at Rhein-Neckar Löwen málverjin ikki fekk skjótt fatur bóltinum.
Hæddarpunkt síggjast ovast ella á DYN-rásini á Youtube - tíverri er einki mál hjá Hákuni West av Teigum við.
Samanlagt skoraði 23-ára gamli føroyingurin fýra mál fyri týsku meistararnar, og útiliðið fór eitt sindur frá. Mathias Gidsel er glóðheitur, og skoraði hann tólv ár. Heimsins besti spælai fór harvið framvið Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur á samlaða toppskjúttalistanum í Bundesliguni.
Sí eisini: Elias beinleiðis við í tíggju málum í sigri og fyribils toppskjútti í deildini
Júst Füchse Berlin og THW Kiel hava nú bæði tjúgu stig fyri 13 dystir. Hákun og teir eru tó betri innanhýsis - og í málúrttøku. Liðini hava tvey stig upp til 2. plássið, sum gevur Champions League-pláss, og trý stig upp til Magdeburg á 1. plássinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald