2023-10-06 18:20
Vit skulu nærum 33 ár aftur í tíðina, tá kappingin um Haldor Holm steypið varð spæld fyrstu ferð. Risastóra ferðasteypið varð latið at kappast um sum ein upphiting til FM kappingarnar í billard. Tað varð ognað einum av Føroya fremstu billardentusiastum, Haldor Holm, sála.
Hann var millum teirra, sum fyrst í 70-unum legði lunnar undir føroyskt billardspæl og m.a. fekk tveir av bestu donsku billardspælarunum gjøgnum tíðina Søren Søgaard og Jørgen Kock til Føroya at geva spírandi billardumhvørvinum her íblástur.
Hugskotið aftanfyri steypið varð at lata teir átta bestu í landinum dystast stutt undan sjálvari FM kappingini. Síðani er kappingin vorðin víðkað til fría tilmelding tó í mesta lagi 16 spælarar. Hóast elligomul so er framvegis lív í hesi kappingini, sum eisini eigur sín lut í, at Klaksvíkin í mong mong ár hevur verið at meta sum tað føroyska billardmekkaði.
Teir tríggir bestu frá seinastu Haldor Holm Cup kapping, Urbanus Olsen, Ólavur Kjølbro og Kristian Sune Høgnesen. Teir eru allir við í morgin.
Og í morgin er fullteknað. Ikki nokk við tí heldur. Tað hevur mín sann eydnast vertunum, Klaksvíkar Billardfelag, at fáa so gott sum allar teir bestu spælararnar bæði frá seinastu FM kappingini eins undanfarnar vinnarar av Haldor Holm Cup.
Teirra millum eru fleiri undanfarnir føroyameistarar, eitt nú Ólavur Kjølbro, sum gjørdist FM meistari í seinastu kapping og síðani aðrir sum Páll Heri Nolsoe, Kristian Sune Høgnesen, Sonhard Johannesen og Jan Müller.
Vinnari av Haldor Holm Cup í fjør var Urbanus Olsen. Árið fyri varð tað Jógvan Jørgensen. Mest vinnandi vinnari av hesi kappingini er Kristian Sune Høgesen, sum hevur vunnið hana sjey ferðir. Fyrstur av vinna kappingina um Haldor Holm steypið var Jan Müller í 1989.
Ein vulkan av eini aðrari verð vildi onkur sagt um Per Hansen frá Havnar Billardfelag, sum gjørdist nr. 1 í innanhýsis kappingini í Havnar Billardfelag fyri stuttum. Eftir at hava ment og flutt seg móti toppinum í føroyskum billardspæli telist hann nú millum teir frægastu. Spennandi verður at síggja hann á borðunum í Klaksvík móti landsins bestu. Hann hevur sum so góðan møguleika at gerast millum finalistarnar í Haldor Holm Cup í morgin. Mynd Jan Müller
Kappingin byrjar í hølunum hjá Klaksvíkar Billardfelag leygardagin kl. 10 og heldur fram allan dagin. Við í kappingini eru spælarar úr Klaksvík, Havn, Runavík og av Tvøroyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald