Fótbóltur

Halftime show í kvøld: Tónleikastjørnur leingja um steðgin í HM-finaluni

Tíðliga í vikuni ljóðaði, at heilir 25-30 minuttir fóru at vera millum 1. hálvleik og 2. hálvleik, men FIFA hevur síðani staðfest, at steðgurin í HM-finaluni ikki verður longur enn 17 minuttir. Vit fáa at síggja, tá Shakira, Madonna, Justin Bieber og onnur skulu framføra millum Argentina-Spania við stórari pallseting.

Streypið, sum Donald Trump skal handa í kvøld. Her er tíðindafundur við Gianni Infantino. FIFA-forseta hevur verið forsprákari fyri stóra hálvleiksundirhaldinum í kvøld (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

Streypið, sum Donald Trump skal handa í kvøld. Her er tíðindafundur við Gianni Infantino. FIFA-forseta hevur verið forsprákari fyri stóra hálvleiksundirhaldinum í kvøld (Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-07-19 10:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tú, hann sjálvur Messi: Tú mást líka bíða við at fara inn á vøllin aftur. Madonna skal gera seg lidna at syngja.

Ikki óvæntað verður HM-finalan nakað "amerikaniserað". Í mai kunngjørdi Gianni Infantini at eitt sonevnt "Halftime Show" á fyrsta sinni verður í HM-finaluni 2026.

Hetta er púra vanligt í serliga Super Bowl, har tað er stórsligið, effektivt og fyri nógv ikki-ítróttaráhugaði: Størri enn sjálvur dysturin.

Bieber, Madonna, Shakira og hini seinkað - FIFA flytir egin mørk

Trupulleikin er í ein mun, at hetta ikki sampakkar so væl við fótbólt. Tað kann ávirka tað kropsliga og sinnilsiga hjá spælarunum, ogtá so nógv nøvn skulu á, umframt at ein stórfingin palleting skal inn og út, so er torført at halda seg undir 15 minuttir.

Tað fer heldur ikki at ganga.

"Laws of the Game", sum FiFA sjálvt hevur ásett, siga týðliga, at steðgurin millum 1. og 2. hálvleik í einum fótbóltsdysti ikki skal vera meira enn 15 minuttir.

Fyrr í vikuni ljóðaði í ymiskum stórum miðlum, so sum New York Times, at talan fór at vera um í øllum førum 25 minuttir í New Jersey í kvøld. Og kanska eisini upp til ein hálvan tíma uttan fótbólt.

Men FIFA hevur síðani meira ella minni staðfest, at so verður ikki: Tað verður í mesta lagi 17 minuttir, frá tí slovenski dómarin Slavko Vincic bríkslar til hálvleiks og til hann bríkslar í gongd aftur.

Harvið boyggir FIFA, aftur, sínar egnu reglur nakað. So er spurningurin, um tað fer at vera hasir umleið 17 minuttir, ella nærri hálva tímanum.

Tað eru stór nøvn, sum skulu framføra í New Jersey, meðan teir hjá Spania og Argentina leggja nýggjan taktikk og fáa nakað av vætu: 

Chris Martin hjá Coldplay verður eitt slag av verti, og Shakira, Madonna, Justin Bieber og BTS skulu undirhalda. Har hoyrir serliga Shakira saman við HM: Kolumbianska songkvinnan og dansarin hevur sungið almennan HM-sang fýra endaspøl á rað og framførdi eisini áðrenn HM-finaluna í Berlin í 2006.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder