placeholder
Fótbóltur

Hallur Hansson og Horsens í vetrarferiu við einum sigri

Horsens hevur nú bert trý stig upp til top-6.

Hallur Hansson spældi allan dystin tá Horsens vann 2-1 á SødernjyskE í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson spældi allan dystin tá Horsens vann 2-1 á SødernjyskE í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-15 20:55 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Síðsta umfar í Superliguni undan vetrarsteðginum var um vikuskifti.

Hallur Hansson spældi allar 90 minuttirnar tá Horsens í dag vann 2-1 ímóti SønderjyskE. Tað vóru Louka Prib og Michael Lumb, ið skoraðu málini fyri Horsens, meðan Peter Christiansen skoraði fyri SønderjysE.

Hetta er fjórði sigur á rað á heimavølli hjá Horsens, sum liggur á tíggjunda plássi í Superliguni, við 25 stigum í 20 dystum. Horsens hevur nú bert trý stig upp til sætta pláss, ið gevur atgongd til meistara endaspælið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder