
Eyðun Klakstein hevur fyri lítlari løtu síðani sett orð á, hvørjir 23 spælarar vera í A-landsliðshópinum til heimadystirnar móti Montenegro (9. oktober) og Kekkia (12. oktober).
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB
Verjuspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Samuel Johansen Chukwudi, SJK Seinajoki (Finnland)
Odmar Færø, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ
Hallur Hansson, KÍ
Hanus Sørensen, NK Triglav Kranj (Slovenia)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Geza David Turi, Grimsby Town FC (England)
Adrian Rúnason Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Árni Frederiksberg, KÍ
Jóannes Bjartalíð, Frederikstad FK (Noreg)
Álopsspælarar:
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Kolding IF (Danmark)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akranes (Ísland)
Petur Knudsen, NSÍ
Í mun til seinast, eru Noah Mneney og Poul Kallsberg ikki á listanum. Báðir "fluttu upp" saman við Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen frá U21 í november í fjør, og teir hava verið á hvørjum dómaraseðla síðani. Fyriuttan at byrja inni í venjingardystinum í Georgia í juni, hevur Poul Kallsberg ikki verið á vøllinum, meðan Noah Mneney er komin inn í tveimum øðrum útidystum.
Harav kann man siga, at tað eru tveir á "uttasta mandat", ið nú gerast ov stuttir. Poul Kallsberg sær tó út til at vera komin væl í gongd í Hillerød og legði upp til Adrian Justinussen um vikuskifti, meðan Noah Mneney spælir støðugt og væl á HB-liðnum, sum ikki tapir fótbóltsdystir. Hetta vera helst tveir landsliðsspælarar til framtíðina, og Eyðun Klakstein staðfestir fyri miðlum í morgun, at "tað smakkaði illa", at Noah og Poul ikki eru við nú.
Tó fegnast A-landsliðsvenjarin um, at Hallur Hansson og Petur Knudsen eru tøkir aftur. Landsliðsliðformaðurin hevur spælt í seinastuni fyri KÍ, og royndi miðvallarin kann geva nógv til hesar dystirnar. Tað kann Petur Knudsen eisini. Sìðani knæskaðan hann fekk í Georgia í juni hevur álopskendi NSÍ'arin spælt tríggjar dystir - tríggjar teir seinastu - og byrjaði hann inni í 5-1 sigri móti 07 Vestur í gjár.
René Shaki Joensen verður framvegis ikki verður mettur at vera nóg birgur til eina landsliðssamling, meðan Patrik Johannesen í størri mun er frávaldur hesaferð - helst nemliga júst fyri Petur Knudsen.
HM-undankappingardystirnir í oktober:
9. oktober: Føroyar – Montenegro
12. oktober: Føroyar – Kekkia
Føroyar hava seks stig fyri fimm dystir í bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald