Fótbóltur

Adrian Justinussen skeyt Hillerød upp á 1. plássið

Fyrst skoraði Adrian eftir upplegg frá Poul Kallsberg, og vongurin avgjørdi oddabrakið móti Horsens við frálíkum frísparki, tá eitt korter var eftir: Sjeynda málið í 11 dystum hetta kappingarárið.

2025-09-27 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gongur strúkandi hjá Adriani Justinussen og Hillerød, har Poul Kallsberg eisini er farin at gera vart við seg.

Í oddadystinum móti Horsens á heimavølli í dag legði síðstnevndi føroyingur ógvuliga væl yvirum til fyrrnevda føroying, ið var ísakaldur: 1-0 eftir 31 minuttir.

Hillerød Fodbold helt leiðsluna til tjúgu minuttir vóru eftir. Tá javnaði liðið hjá Sebastian Pingel.

Men Adrian Rúnason Justinussen vildi tað øðrvísi í dag. Tá eitt korter var eftir, fekk Hillerød fríspark úr stóru 20 metrum ógvuliga mitt fyri. Tað skuldi 27-ára gamli føroyingurin sjálvandi taka sær av, og tað gjørdi hann á frálíkan hátt: Frísparki fór sendandi uppum múrin, og Matej Delac stóð bara og hugdi.

2-1 og hetta varð endaliga úrslitið. Harvið er Hillerød í løtuni á 1. plássið í næstbestu donsku deildini. Føroyingafelagið hevur 20 stig fyri ellivu umfar og fór nú framvið Horsens, Hvidovre og Lyngby.

Júst Lyngby, har Dan Brimsvík í løtuni er í fyribils venjaratoyminum, kann tó taka tað aftur, um liðið heldur leiðsluni móti AaB. Hesin dysturin er í skrivandi stund í Lyngby, og støðan er 2-0 í steðginum - dysturin sæst á TV3 Sport/Viaplay.

Støðan og annað um deildina sæst her

Adrian Rúnason Justinussen er næstovastur á toppskjúttalistanum  í Betina Liga í løtuni. Hetta við sjey málum uppá ellivu dystir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder