Fótbóltur

Hallur í nýggjum leikluti í Horsens

Føroyski miðvallarin er nýggjur liðformaður í Horsens. Hann bar liðformansbindið á fyrsta sinni í gjárkvøldið.

Hallur, her saman við liðformanninum á føroyska landsliðnum, Atla Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

Hallur, her saman við liðformanninum á føroyska landsliðnum, Atla Gregersen (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-20 15:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vitjaði AC Horsens í Århus. Tað endaði við einum 2-0 tapi, men kortini var hetta ein stórur dystur fyri Hall Hansson. Hann gekk nemliga á odda, tá Horsens leikararnir fóru inn á vøllin.

27-ára gamli føroyski miðvallarin longdi sáttmálan við Horsens fyrr í ár. Tað varð annars væntað, at hann fór at skifta felag. Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens, hevur ongantið dylt fyri, hvussu nógv hann heldur av Halli, og undan dystinum í gjár kunngjørdi hann, at Hallur Hansson er nýggjur liðformaður í felagnum, eftir at gamli liðformaðurin, Sivert Heltne Nilsen er seldur. 

Hallur spældi allar 90 minuttirnar í gjár, tá AC Horsens tapti 2-0 fyri AGF.

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder