Fótbóltur

Hallur skoraði tvær ferðir í sigri á Brøndby

Liðformaðurin javnaði til 1-1 og legði síðani Horsens á odda 2-1. Avloysarin hjá Halli avgjørdi dystin í yvirtíðini við at skora til 3-2.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-06-07 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrsta umfari eftir at Superligain byrjaði aftur skelkaði AC Horsens danska fótbóltsheimin við at vinna á oddaliðnum FC Midtjylland á útivølli. 

Les eisini: Hallur og Horsens vunnu á útivølli móti oddaliðnum

Í dag vitjaði Brøndby í Horsens. Stórfelagið vestnfyri Keypmannahavn var áðrenn dystin 11 stig frammanfyri Horsens, og var eisini á odda 1-0 í steðginum. Líka legði Hallur Hansson í - eftir fimm minuttir í 2. hálvleiki stútaði hann bóltin umvegis longra stópan inn. Hetta var tó ikki nóg mikið fyri liðformannin, ið løtu seinni róliga setti bóltin inn við høgru innarusíðu og harvið legði heimaliðið á odda.

Sí málini her

[object Object]
Hallur hevur áður víst á landsliðnum, at hann er vandamikil í brotsteignum hjá mótsstøðuliðnum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Støðan var 2-2, tá Hallur varð skiftur út tíggju minuttir fyri leiklok. Men avloysarin Peter Therkildsen stóð fyri sigursmálinum í yvirtiðini - til stóra frøi fyri Bo Henriksen og hansara leikarar.

Horsens fer harvið inn í endaspælið, har liðið kann vinna sær atgongumerki til evropeiskan fótbólt, um tað gongur heilt væl. Liðið er á 8. plássi við 34 stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder