Hesa vikuna eru fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni - tær seinnu verða spældar síðst í juni.
Talan er um stóruppgerðir, har samanlagdi vinnararnir koma í steypafinaluna, sum verður spæld 5. september.
KÍ og NSÍ leggja fyri í hálvfinalunum. Nummar trý og eitt í Meistaradeildini, sum spældu javnleik í Klaksvík fyrr í ár, bresta saman klokkan 18.30.
Lagt er upp til tættan dyst um besta útgangsstøði.
FM1 sigur frá dystinum: Trygvi Absalonsen og Niclas Niclasen sita klárir í Klaksvík stutt fyri klokkan 18.30.
Til ber eisini at fylgja gongdini ovast á Portalinum
Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum
Víkingur og HB spæla fyrru hálvfinalu í morgin, Kristi Himmalferðardag, klokkan 15. FM1 sigur eisini frá tí dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald